Fótbóltur

Teitur fer í holt við sítt 18. ár

Verjuleikarin hevur verið drúgvur á besta liðnum hjá Skála. Í dag hevur aldursforsetin og nevndarlimurin skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri 2020.

Teitur Reinert Joensen í 1. umfari í fjør - komandi vikuskifti skal hann allarhelst aftur á vøllin í fremstu røð (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Teitur Reinert Joensen í 1. umfari í fjør - komandi vikuskifti skal hann allarhelst aftur á vøllin í fremstu røð (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-02-29 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi sín fyrsta dyst í fremstu røð sum 16-ára gamal í 2003. Sìðani hevur hann á hvøjrum ári spælt fyri Skála - summi ár heilt upp ímóti 30 dystum - summi ár meira á næstbesta liðnum enn á tí besta.

Í fjør spældi nú 33-ára gamli Teitur Reinert Joensen 26 dystir fyri besta liðið hjá Skála, og komandi kappingarár verður hann ein lyklaleikari, og sum nú er, elsti leikarin og tann við mest royndum samanlagt. 

Les eisini: - Her eru nógvir ungir og svangir leikarar á Skála

Hann hevur vant við og spælt í nøkrum venjingardystum, og í dag kom sáttmálin so uppá pláss. Tað er harvið staðfest nú, at Teitur Reinert Joensen fer í holt við sít 18. ár á besta liðnum hjá Skála 

Bolt.fo skrivaði fyri kortum, at hetta er nakað heilt serligt. Felagið skrivar, at fyri hvønn dyst setur hann met við at verða tann aktivi leikarin í føroyskum mansfótbólti sum hevur leikt longst upp í saman fyri eitt og sama felag, Skála Í.F. Sølvi Vatnhamar fer eisini í gongd við sítt kappingarár nummar 18 hjá LÍF/Víkingi.

Teitur Reinert Joensen kann spæla á nógvum plássum - hann er fyrst og fremst vejruleikari. Umframt at hann fer at vera virkin á vøllinum komandi ári, verður Tetur eisini partur av nýggju nevndini hjá Skála ÍF. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder