Í morgin kann B36 annað árið á rað spæla seg víðari til 3. umfar í UEFA Conference League. Liðið hjá Dan Brimsvík vann 2-1 á Haverfordwest í fyrra dystinum, sum var í Gundadali.
Sí eisini:
Bjarki Nielsen: - Man sær altíð eyka nógv fram til evropeisku dystirnar
B36 skal gera arbeiði liðugt á útivølli
3. umfar: B36 møtir helst liðið úr Kroatia
Nú skal arbeiði gerast liðugt, og B36, ið hevði leikliga yvirvág í síðstu viku, er favorittur at fara víðari undan seinna dystinum.
Dysturin byrjar klokkan 19.45 í morgin, hósdagin 3. august. B36 kunngjørdi í gjár, at dysturin verður vístur á Televarpinum fyri eitt gjald. Hetta í samstarv við Spring Media. B36-hópurin vandi í gjár í Danmark, ferðaðist síðani til bretsku oyggjarnar og kom uppá pláss í Cardiff.
Um B36 kemur víðari, so er tað 11. ferð í søgu felagsins. Tá eru allar evropeisku kappingarnar taldar við.
Teir í B36-hópinum vóru ikki heilt nøgdir við 2-1 í fyrra dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald