Annað

Tennishúsið í Gundadali liðugt

Móttøka verður við tennisvallirnar í morgin.

2023-11-16 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við at tennishúsið í Gundadali nú er liðugt og verður alment tikið í nýtslu, verður móttøka fyri øllum áhugaðum fríggjadagin klokkan 15. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at flyta fram røðu og Rúna Seyer Eliassen, forkvinna í Havnar Tennisfelag, fer eisini at siga nøkur orð um menningina av felagnum, sum nú hevur fingið munandi betri umstøður. 

Felagið bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið. 

Tað var í 2019 at Havnar Tennisfelag og Tórshavnar kommuna gjørdu samstarvsavtalu, ið hevði til endamáls at betra um umstøðurnar hjá tennisíðkandi í Havn. 

Í 2019 varð nýtt undirlag úr graslíki lagt á vallirnar, ið liggja norðan fyri Ovara vøll í Gundadali. Ljósmastrar komu upp í 2021 og nú er felagshúsið liðugt. Umstøðurnar eru hervið betraðar munandi og limatalið er eisini fleirfaldað seinastu árini og er nú áleið 200, skrivar Havnar Tennisfelag í tíðindaskrivi.

Tað er bert eitt Tennisfelag í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder