Í gjárkvøldið vórðu tríggir teir seinastu bólkarnir í evropeisku HM-undankappingini spældir.
Har gjørdist millum annað greitt, at norðmenn og finnar vóru ov stuttir. Noreg, uttan Haaland, spældi í Rotterdam, har neyðugt var við minst einum stigi hjá heimaliðnum fyri at vinna bólkin, meðan Noreg skuldi vinna. Liðið hjá Van Gaal, ið kom til skaða í súkkluóhappi í vikuskiftinum, skoraði tvær ferðir seinastu seks minuttirnar, og so var atgongumerki til Katar tryggjað. Turkar komu afturum í Montenegro men fara víðari sum nummar tvey.
Í bólki D greiddi Ukraina sína skyldu og vann 2-0 í Bosnia, og skal harvið spæla Play-off, og heimsmeistararnir vóru ov sterkir í Helsinki. Mál frá Benzema og Mbappé, ið tók sakina í egnar hendur, í seinna hálvleiki avgjørdu lagnuna hjá finnum, ið vóru til EM-endaspælið í summar, men sum ikki fáa sítt annað endaspæl á rað og í søguni.
Tað er júst áhugavert, at útav teimum 22 londunum, sum hava vunnið seg víðari ella skulu spæla í Play-off, so vóru 21 við til EM-endaspælið ísummar. Umframt Finnland, so røkkir Slovakia og Ungarn ikki endaspæli á hesum sinni, meðan serbar aftur sleppa til HM-endaspælið. Serbia hevur ongantíð verið til EM, sum annað enn sentralur partur av Jugoslavia, men var við í HM 2018, 2010 og 2006 (tað síðstnevnda sum Serbia og Montenegro) og orsakað av skakandi sigrinum í Lissabon sunnukvøldið vann Serbia bólk A og atgongd til Katar. Portugal hevði bert tørv á einum stigi, og Renato Sanches legði heimaliðið á odda tíðliga, og alt sá gott út hjá teimum, men stutt fyri steðgin javnaði Dusan Tadic, og í 90. minutti legði liðformaðurin upp til metmálskjúttan Aleksandar Mitrovic. Stór serbisk frøi, meðan portugisar noyddust at ásanna, at teir í mars skulu stríast í Play-offs.
Mitrovic í síðstu løtu í Lissabon - tað kann kosta Portugal dýrt
Mancini skal finna aðrar loysnir til í mars, men EM-gullvenjarin er vísur í, at Italia kemur til HM. Tað eydnaðist ikki, síðst Gli Azzuri var í Playoffs (Mynd: EPA)
Tað skulu italiumenn eisini. Tað er greitt, eftir málleysa javnleikin í Norðurírlandi mánakvøldið, samstundis sum Sveis vann stórt á Bulgaria. Evropameistararnir mistu harvið eisini atgongumerki á stokkinum, og svenska tapið í Sevilla sunnukvøldið ger, at lagnan hjá Zlatan og hinum heldur ikki er greið enn.
Tað verður í mars, at avgerðin um tey seinastu trý plássini hjá UEFA til HM-endaspælið í Katar fellur. Tey tólv londini - teir tíggju tvey'ararnir, umframt teir báðir Nations League-vinnararnir, ið eru hægsti styrkismettir men sum ikki endaðu í topp-tvey í sínum bólki - hava trý pláss at spæla um.
Býtt verður í tríggjar bólkar (path's) við fýra liðum í hvørjum, har hálvfinalur verða leiktar 24. mars - hvørt lið spælur eina hálvfinalu, og finalur 29. mars. Vinnararnir av hvørjum bólki/leið spælur seg til HM, so harvið skulu tveir dystir vinnast afturat hjá til dømis fyri evropameistarunum fyri at sleppa við til endaspælið -
Víðari til HM - bólkavinnarar:
Serbia
Svøríki
Sveis
Frakland
Belgia
Danmark
Niðurlond
Kroatia
Ongland
Týskland
Skulu spæla Play-offs í mars 2022 - (tvey'arar + tveir teir hægst styrkismettu bólkavinnararnir frá NL, ið ikki endaðu í topp-tvey í hesari undankappingini )
Styrkismett:
Portugal
Skotland
Italia
Russland
Svøríki
Wales
Ikki-styrkismett:
Turkaland
Pólland
Norðurmakedónia
Ukraina
Eysturríki
Kekkia
(styrkismett er eftir hvussu nógv stig liðini fingu í undankappingini - tey styrkismettu fáa heimavøll í hálvfinaluni)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald