Fótbóltur

Tíggjundi sigurin á rað hjá Arsenal

Arsenal vann í kvøld 3-1 á Leicester á heimavølli og bjóðar harvið av álvara av í oddinum í Premier League.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-10-22 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 9. umfarið í Premier League varð leiktur í kvøld. Arsenal skuldi royna at byggja á sigursrøðina og hetta eydnaðist.

Tað var annars Leicester, ið kom á odda, tá hálvur tími var leiktur. Talan var um sjálvmál. Arsenal javnaði beint fyri hálvleik við málið frá Mesut Özil. Hann er nú mest skorandi týskarin í Premier League við 30 málum; hann kom í kvøld frammum Jürgen Klinsmann.

Heimaliðið var betra liðið, og innskifti Pierre-Emerick Aubameyang avgjørdi dystin fyri Arsenal. Hann varð skiftur inn, tá ein tími var leiktur, og fimm minuttir seinni hevði skjóti áleyparin skorað tvær ferðir.

Hetta var sjeyndi sigurin hjá Arsenal í Premier League á rað og sigur nummar 10 í øllum kappingum. Unai Emery hevur fingið eina góða byrjan í venjarasessinum, og London-felagið er væl við í oddastríðnum

9. umfar:

Arsenal - Leicester 3-1 (1-1) 

(Leygardagin):
Chelsea - Manchester United 2-2
Bournemouth - Southampton 0-0
Cardiff - Fulham 4-2 
Manchester City - Burnley 5-0
Newcastle - Brighton 0-1
West Ham - Tottenham 0-1
Wolves - Watford 0-2
Huddersfield - Liverpool 0-1

Í gjár: Everton - Crystal Palace 2-0

Støðan í oddinum: 
Manchester City 23
Liverpool 23
Chelsea 21
Arsenal 21
Tottenham 21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder