Føroyar spæla aftur í dag ein søguligan hondbóltsdyst í Týsklandi. Hetta verður fyrsti dystur í einum miðumfari hjá einum føroyskum A-landsliði í einum endaspæli.
Les eisini: Dystardagur - møta vertstjóðini í kvøld
Føroysku kvinnurnar spældu seg víðari við tveimum sigrum í Trier í síðsti viku: Einum ómetaliga flottum á Spania, sum endaði í topp-fýra í HM í bæði 2019 og 2021, og einum sannførandi sigri á Paraguai.
Nú skal liðið hjá snilda Claus Mogensen - og øllum Føroyum - taka góðu taktirnar og sjálvsáltið við til Dortmund. Tað er eisini neyðugt, tí næstu fimm dagarnar skulu Føroyar spæla tríggjar harðar dystir í stóru Westfallenhalle.
Tann fyrsti er tann truplasti á pappírinum: Týskland frammanfyri áleið 8.000 heimaáskoðarum. Vertirnir vunnu trygt í sínum trimum bólkadystum og eru størstu favorittarnir at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
HM miðumfar - bólkur II
1. Týskland 4 stig
2. Spania 2 stig
--------------------
3. Montenegro 2 stig
4. Føroyar 2 stig
5. Serbia 2 sitg
6. Ísland 0 stig
Tvey lið koma víðari úr bólkinum
Trý umfør verða spæld - liðini ið vóru í bólki saman í síðstu viku spæla ikki ímóti hvørjum øðrum aftur í Dortmund
Fylg við á Portalinum og FM1 í kvøld
Eins og Trier, er okkara sterka toymið á staðnum í Dortmund og fylgir føroyska liðnum tætt.
Klokkan 18 reikar Pætur Nolsøe fyri sending á FM1, har hann tekur pulsin á áskoðarum og øðrum til føroysku upphitingina.
lurta á FM1 her - ella á vanligu frekvensunum
Sí eisini:
200 tódnar niður í 50
Føroyingar í Dortmund savnast í fjepparaøkinum undan dystinum
Longu klokkan 17.00 verður latið upp fyri beinleiðis blogginum á Portalinum, har tað feskasta eisini kemur við upp til dystin. Og undir sjálvum dystunum móti Týsklandi dagføra Ingi Samuelsen og Sverri Egholm við teksti og myndum.
Aftaná veður tikið saman um við samrøðum og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald