Nógv fokus hevur verið á "heimadystin" móti Danmark, ið verður leiktur í Skjern leygardagin. Men áðrenn tann dystin, skal føroyska landsliðið stríðast ímóti aðrari mótstøðu.
Dysturin er í Podgorcia, høvuðstaðnum í Montenegro. Talan um eina stóra uppgávu - uppá nógvar mátar. Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at á liðnum hjá Montenegro eru nakrir risar, ið spæla í bestu deildunum í Evropa. Fleiri tátta í tveir metrar og viga væl omanfyri 100 kilo. So føroysku leikararnir, ið hava arbeitt sera hart fram ímóti undankappingini, fáa seg av álvara royndar.
Í gjárkvøldið var seinasta venjingin hjá føroyska liðnum. Strikuspælarin hjá Føroyum, Helgi Hildarson Hoydal, sigur soleiðis við HSF um uppgávuna:
– Tað verður ein sera trupul dystur. Á pappírinum eru vit ikki á sama støði sum teir, men vit fara allir á vøllin at gera okkara ítarsta,
Dysturin byrjar klokkan 16.30 føroyska tíð. Hann kann síggjast á ehftv.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald