Hondbóltur

Til Sveis at spæla móti vertunum, Danmark og Kroatia

EM-lutakastið var á ymsan hátt gott fyri Føroyar, tó at tað serliga er at iðra seg um, at Kroatia kom úr potti 3.

Turið Arge Samuelsen og Pernille Brandenborg eftir at EM-plássið kom í hús. Pernille hevur danskan pápa og føroyska mammu - hon er uppvaksin í Danmark, sum Føroyar skulu møta til EM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen og Pernille Brandenborg eftir at EM-plássið kom í hús. Pernille hevur danskan pápa og føroyska mammu - hon er uppvaksin í Danmark, sum Føroyar skulu møta til EM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-18 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nú greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í EM-endaspælinum í november-desember.

Her er okkara bólkur til EM-endaspælið - Bólkur D:
Danmark
Sveis
Kroatia
Føroyar

Úr styrkislagi eitt var greitt, at tað fór at vera nærum líkamikið, hvør kom úr pottinum: Møguleikin fyri at fáa stig er heilt, heilt lítil móti slíkum londum. Tó varð Montenegro nevnt sum tað liðið, sum Føroyar høvdu havt frægast møguleika ímóti.

Nú gjørdist tað Danmark. Hetta er eitt áhugavert mótsstøðulið. Millum annað tí at man kennir rímiliga nógv til hvønn annan. Fleiri føroyskir spælarar spæla, ella hava spælt, í Danmark, venjararnir eru danir og liðskiparin Pernille Brandenborg er fødd og uppvaksin í Danmark. 

Hetta verður ein risastór uppgáva. Í 2021 vann Danmark við 20 málum í undankappingardysti á Hálsi. Avrikið hjá Føroyum í útidystinum var væl frægari, men hetta er eitt lið, sum so at siga fast er við í stríðnum um heiðursmerkjapláss til endaspæl.

[object Object]Føroyar vóru slett ikki við í dystinum, tá danir vitjaðu í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fínt at fáa Sveis - Kroatia var heldur keðiligt

Tað allarseinasta landið, sum kom úr pottinum í dag, var Kroatia. Tíverri var bara pláss eftir í bólki D.

Kroatia vann bronsudystin á Danmark í EM-endaspælinum í júst Danmark í 2020. Úrslitini í teimum trimum endaspølunum síðani, hava ikki staðið hesum kurl, men talan er um eitt land við sterkari ítróttar- og hondbóltssiðvenju og nógvum sterkum spælarum. Tað vóru á pappírinum betri møguleikar fyri Føroyar úr potti 3.

Kroatia endaði í potti 3, av tí at tríggjar vertstjóðir eru. Bæði Sveis og Eysturríki hoyrdu heima í potti 3, og Føroyar sleppur at royna seg móti sveisisku vertunum í fyrsta dystinum.

Hetta verður ein stórsligin EM-byrjan fyri Føroyar í stóru St. Jakobshalle í Basel. Har er pláss fyri umleið 12.000 áskoðarum. Hesin dysturin er á pappírinum besti møguleikin fyri Føroyar at spæla ein veruliga tættna dyst og kanka fáa stig. Sveis hevur bert verið í einum endaspælið áður (EM fyri tveimum árum síðani)

Dysturin verður spældur fríggjadagin 29. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder