Fótbóltur

Til Wales í oktober ístaðin fyri apríl

UEFA boðaði týsdagin frá, at allir landsdystir komandi tíðina eru útsettir ella avlýstir orsaka av coronavirusinum.

Føroyar spældu fyri tíggju døgum síðani 1-1 í venjingardysti móti Estlandi (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar spældu fyri tíggju døgum síðani 1-1 í venjingardysti móti Estlandi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-19 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjingardystirnir hjá A-landsliðnum hjá monnum í Danmark og Andorra eru avlýstir, og EM-undankappingardystirnir hjá U21-landsliðnum á Tórsvølli móti Spania og Montenegro eru eisini útsettir. Óvist er, nær nýggja dagfestingin eru til hesar báðar dystirnar

Les eisini: Allir landsdystir í mars útsettir ella avlýstir

Allir hesir dystirnir skuldu leikast seinast í mars, og nú er eisini greitt, at dysturin hjá kvinnulandsliðnum á útivølli móti Wales, sum skuldi verða spældur tann 10. apríl, er útsettur.

Greitt er eisini, at hann skal leikast 22. oktober, og tískil verður talan um seinasta dystin hjá kvinnulandsliðnum í hesari undankappingini eftir verandi skrá

 

Skráin 2020 (EM-undankappingardystir)

Dato Dystur Stadion
5. juni Norra – Føroyar Åråsen Stadion
9. juni Norðurírland – Føroyar  
18. september Føroyar – Norðurírlandi Tórsvøllur
22. september Føroyar – Hvítarussland Tórsvøllur
22. oktober Wales – Føroyar

fsf.fo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder