Hondbóltur

Tjúgu ferðir Turið Arge Samuelsen

Turið Arge Samuelsen skoraði tjúgu mál fyri Kyndil í dystinum ímóti VB í kvøld.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-22 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilar tjúgu ferðir kundu kyndilskvinnur fegnast um eitt mál hjá Turið Arge Samuelsen í dystinum ímóti VB í Høllii á Hálsi í kvøld.

Kyndil vann dystin 39-26 og hálvleiksstøðan var 19-11.

Tær grønu úr Kyndli hava sostatt fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið við fullari úrtøku eftir tveimum dystum. Í fyrsta umfari vunnu tær greitt ímóti føroyameistarunum frá í fjør, StÍF.

Turið Arge Samuelsen kemur sostatt ovast á listan yvir toppskjúttar. Hon hevur í tveimum dystum higartil í ár skotið 25 mál.

Í annaðkvøld er aftur dystur í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Nýggja liðið í deildini, EB, tekur ímóti Neistanum á Eiði klokkan 19.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder