Tað verður fyrrverandi álopsstjørnan á landsliðnum og hjá KÍ, Lyngby og FC København, Todi Jónsson, sum skal venja NSÍ.
Hesum boðar Todi sjálvur frá á millum annað Facebook í kvøld
- Hetta er ein nýggjur kapittul í lívi mínum. Hóast eg kenni meg á heimavølli, so eri eg ógvuliga spentur upp á framtíðina, skrivar hann millum annað.
Hann skrivar, at hann fyrr hevur fingið fleiri tilboð um at gerast venjari, men hevur higartil víst hesum aftur, tí hann helt seg ikki kunna vera bæði venjari og smábarnapápi samstundis.
- Nú fekk eg aftur møguleika fyri at gerast høvuðsvenjari, og hesaferð var eg ikki í iva, tá yngsta dóttir mín, Nola, verður 10 ár um eina viku, og eftir hondini er rættiliga sjálvstøður – so tíðin er nú bygvin at royna nakað nýtt, skrivar Todi Jónsson.
Vis dette opslag på Instagram
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald