Hetta hevur verið ein góð vika hjá B68. Yvirkærunevndin staðfesti fríggjadagin avgerðina hjá aganevndini, og harvið halda toftamenn fast við skriviborðsstigini frá dystinum móti B36.
Og í dag vann B68 óvæntað 2-1 móti HB. Havnarmenn høvdu annars við sigri møguleika at koma fram um Víking á stigatalvuni, men tóku ikki av.
HB hevði bóltin í B68-málinum í tveimum førum tíðliga í fyrra hálvleiki, men málini vóru ikki viðurkend. Eftir gott B68-spæl í 28. minutti fekk Esmar Clementsen fótin á bóltin og legði toftamenn á odda.
Øssur Dalbúð javnaði fyri HB eftir hornaspark beint fyri steðgin. Í seinna hálvleiki hevði HB nógvar møguleikar at leggja seg á odda, men tað vóru toftamenn sum vildu tað meira.
Kviki Boubacar Sidik Dabo rann frá HB-verjuni í 74. minutti og setti bóltin í netið.
HB trýsti seinastu løtuna, og bólturin brast í fleiri førum á stongina, men inn vildi hann ikki.
B68 vann 2-1 og leikararnir ovurfegnir. Hetta hevur við sær, at B68 rýkur framum hinar kappingarneytarnar og kemur upp á 24 stig. 07 Vestur hevur 23 stig, meðan NSÍ og AB bæði hava 21 stig.
07 Vestur og AB hava leikt ein dyst færri, tí teirra dystir móti ávikavist EB/Streymi og Skála í dag vórðu avlýstir orskað av nógva vindinum.
HB - B68 1-2 (1-1)
28’ Esmar Clemetnsen 0-1
45’ Øssur Dalbúð 1-1
73’ Boubaar Sidik Dabo 1-2
NSÍ - KÍ 0-3 (0-0)
60’ Heini Vatnsdal 0-1
74’ Valerijs Sabala 0-2
82’ Árni Frederiksberg 0-3
B36 - Víkingur 0-0
EB/Streymur - 07 Vestur (Avblástur í 56. minutti. Útsettur til 12. oktober)
AB - Skála (Útsettur stutt undan dystarbyrjan. Verður leiktur í mánadagin 3. oktober kl. 16)
Støðan Betri deildin
1. KÍ 68 stig (FM-vinnari)
2. Víkingur 51 stig
3. HB 49 stig
4. B36 37 stig
5. EB/Streymur 32 stig
6. B68 24 stig
7. 07 Vestur 23 stig*
8. NSÍ 21 stig
9. AB 21 stig*
10. Skála 9 stig*
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald