2023-02-15 09:37
ÍF hevur fyrrapartin kunngjørt, at ein av lokalu leikarunum hevur gjørt sáttmála fyri 2023 og harvið kemur at spæla fyri felagið í Betrideildini í ár.
- Tóri N. Olsen ið er eitt av okkara ungdómstalentum, hevur valt at slíta enn eitt par ella tvey í Fløtugerði. Vit fegnast um, at Tóri er okkara, og ynskja honum hjartaliga tilukku við sáttmálanum og allarbestu eydnu í ár.
21-ára gamli kambsdalsbúgvin spældi sínar fyrstu dystir fyri besta liðið í 2018. Í 2021 spældi hann nógv, men eftir kappingarárið flutti hann til Danmarkar í eitt hálvt ár fyri at ganga á ítróttarháskúla.
Tóri var aftur í reyða búnanum síðsta summar og hjálpti liðnum at flyta upp aftur í Betrideildini. Henn hevur, sambært Faroesoccer, spælt 47 dystir og skorað fýra mál fyri besta liðið hjá ÍF.
Sum yngri var hann áleypari og hevur nógv skrásett mál í U21-deildini. Seinni er Tóri Nolsøe Olsen nýttur mest sum miðverji ella miðvallari
- Tóri er ein leikari, ið kann leikað á fleiri plássum. Alt frá miðverju til álop. Tað er tó á mest miðjuni ella í tí defensiva partinum, vit hava sæð hansara bestu dygdir, skrivar ÍF
Tóri er yngri beiggi málverjan Jákup Nolsøe Olsen, sum í vetur hevur skift til ÍF aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald