Annað

Tórshavn Open – tvey føroysk met og útlendsk vitjan

Væleydnað svimjikapping í Gundadali um vikuskiftið hóast feriutíð.

2024-07-03 09:15 Author image
Innsent
placeholder

Um vikuskiftið skipaði Havnar Svimjifelag fyri kappingini Tórshavn Open í Svimjihøllini í Gundadali. Undirtøkan var góð, hóast summarfrítíðin er byrjað fyri mong. Fuglafjarðar Svimjifelag, Ægir, UKS SMS Galicja Krakow og Havnar Svimjifelag luttóku.

14 svimjarar og tríggir venjarar úr Polandi komu til kappingina – og heiðursmerki og steyp vóru at vinna. Hetta gjørdi kappingina serliga spennandi, og tað vóru nógvir svimjarar, sum svumu sera skjótt.

Liðkappingina 4x200 metrar frí hjá kvinnum vann Fuglafjarðar Svimjifelag við tíðini 9.30,34. Jóhanna Ólavsdóttir, Birita Vesturtún, Margit Højbro og Siðrið Vesturtún struku avsta við flotta steypinum. Havnar Svimjifelag vann silvur og bronsu.

Liðkappingina 4x200 metrar frí hjá monnum vann Havnar Svimjifelag við framúr tíðini 7.40,27, og sostatt tóku teir eitt 13 ára gamalt met frá Susvim – 7.54,64 – altso við heili 14,37 sekundum! Tað vóru Isak Brisenfeldt, Oddvaldur Leivsson, Silas Dam Lindberg og Bartal Eidesgaard, sum tóku metið og fingu steypið, sum fer at pynta í Svimjihøllini í Gundadali. Polendingarnir vunnu silvur og eitt HS- lið van bronsu.

Annað met varð eisini tikið í 4x100 metrar blandað. Tíðin var: 3.55,14. Gamla metið á 3.56.04 átti Havnar Svimjifelag, men tað var frá 2012, og var sostatt 12 ára gamalt.

Tað eru Oddvaldur Leivsson, Bartal Eidesgaard, Áki Eliassen og Isak Brisenfeldt sum eiga metið nú. Tó fóru polendingarnir avstað við gullinum og HS dreingir við bronsuni.

Kappingarnar gingu væl við sera mongum góðum tíðum. Nógv kláraðu nálatíðir eisini. Bæði í tøkniliga og í dómarapartinum gekst sera væl. Mong hjálparfólk skulu til, fyri at fáa kappingina at ganga, men hesaferð spentu øll seg serliga út og gjørdu sítt til, at til bar at hava hesa kappingina, hóast feriutíð er.

Polsku gestirnir hava búð privat hjá svimjarum hjá Havnar Svimjifelag. Teir fara av landinum í dag. Teir hava verið útferð og upplivað land okkara í nakrar dagar, umframt vant saman við HS. Annars ganga hesi í svimjiskúla í Krakow. Tey venja ómetaliga nógv, og skúlin er skipaður soleiðis, at til ber at venja nógv.

Robert Brus, Monika Boruch og Lukasz Balicki eru venjarar í skúlanum. Robert Brus er ikki hvørsumhelst. Hann var høvuðsvenjari til OL í Tokyo í 2021.

Høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Maciek Hampel hevur tikið stig til polsku vitjanina. Í oktober fara 14 svimjarar og tríggir venjarar úr Havnar Svimjifelag til Krakow at vitja og at kappast.

[object Object]Føroyskir og polskir venjarar. Frá vinstru Robert Brus, Monika Boruch, Maciek Hampel (HS), Fríði Dam Lindberg (HS) og Lukasz Balicki


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder