Í dag er føroysk ítróttarsøga skrivað innanfyri skjóting, tí fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í norðurlandameistara skjótikapping.
Hetta hendi tá Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag vann silvur heiðursmerki í OL skeet greinini. Tórur vísti styrki frá byrjan, og eftir at innleiðandi dúgvurnar vóru avgreiddar, lá hann á einum fyrstaplássið, men í finaluni kláraði ein íðkari úr Finnlandi, at verða eina dúgvu frammanfyri Tóra.
Innleiðandi tølini hjá Tóra vóru so mikið góð, at um vit samanbera úrslitið hjá honum við OL í Paris, sum bleiv avgreitt samstundis, so hevði hann einans verði tvær dúgvur frá umskjóting at sleppa í eina OL finalu.
Eisini Alex Johannesen úr Eysturskot megnaði at vinna finalupláss í OL trap greinini, men í finaluni bleiv tað til eitt fimta pláss.
Leivur Joensen úr Sunda Byrsufelag luttók fyri fyrstu ferð á føroyska landsliðinum, tí Skjótisambandið hevði avlagt tvey pláss til unglingar á landsliðinum í ár. Í unglinga OL skeet kappingini megnaði Leivur at vinna finalupláss, men tað bleiv eisini til eitt fimta pláss í finaluni.
Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag, Bartal Klettheyggj og Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla luttóku eisini í kappingini, men teir vóru ov stuttir til at vinna finalupláss.
Jón Jacobsen og Jóannis Joensen virka sum venjarar og ferðaleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald