Annað

Tórur Mortensen tók 25 ára gamalt met

Leyp 15 sentimetrar longri enn føroyska metið, sum Ási Mikkelsen setti í 1997.

Tórur Mortensen á leikunum í Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tórur Mortensen á leikunum í Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-03 21:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt 25 ár og ein dag gamalt met í frælsum ítróttum fall mikudagin, tá føroyski atleturin, Tórur Mortensen, sum nú venur í felagnum Aarhus 1900, var við í eini altjóða kapping Aarhus Sprint’n’Jump, í atletikk-høllini hjá Aarhus 1900 í Marselisborgskóginum.

Tórur leyp 7,20 metrar í hesi kappingini, sum røkk til fjórða plássið í kappingini eftir leyparar úr Sýria, Bretlandi og Noregi.

Men hetta lopið var eisini 15 sentimetrar longri enn føroyska metið í longdarlopi innandura, sum Ási Mikkelsen setti 1. mars 1997 í Malmö.

Metið hjá Ása Mikkelsen kláraði sostatt at standa í ein dag meira enn 25 ár. Ási Mikkelsen eigur framvegis metið í longdarlopi uttandura. Tað er 7,10 metrar og varð sett í 1999.

Mikudagin byrjaði Tórur við einum lopi á 6,55 metrar. Tvey tey næstu lopini miseydnaðust, og í fjórða umfari leyp hann 6,94 metrar. Men í seinasta lopinum riggaði atrenningin og timingin í avsettinum júst sum hon skuldi, skrivar Heri Ziska á heimasíðuni hjá ítróttafelagnum Hvirluni, og Tórur fleyg út á 7,20 metrar – persónligt og føroyskt met og tað fjórðlongsta tilsamans í hesi kappingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder