Fótbóltur

Tottenham kann leggja trýst á hini oddaliðini

Liðið hjá Pochettino er greiður favorittur í tí fyrsta av teimum fýra dystunum í Premier League í dag. Í gjár vórðu tveir dystir leiktir.

Son skoraði í sigrinum á Dortmund fyri tíggju døgum síðani, og hann hevur verið ógvuliga týðandi fyri Tottenham seinastu tíðina
(Mynd: EPA)

Son skoraði í sigrinum á Dortmund fyri tíggju døgum síðani, og hann hevur verið ógvuliga týðandi fyri Tottenham seinastu tíðina (Mynd: EPA)

2019-02-23 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna er nógv fokus á stórdystin Manchester United - Liverpool og Carabao Cup finaluna ímillum formsterka City og Chelsea, ið er í trupulleikum uppá nógvar mátar.

Chelsea mist loyvið at keypa leikarar komandi tveir flytingargluggarnar

Aðrir dystir eru eisini hetta vikuskifti, ið hava týdning. Í gjárkvøldið taptu tvey av botnliðunum. Watford vann heili 5-1 í Wales, har Gerard Deulofeu skoraði hattrick og legði upp til eitt mál. Í London-uppgerðini á olympiska leikvøllinum vann West Ham 3-1, hóast Fulham kom á odda beinanvegin.

Í dag eru fýra dystir á skránni. Tann fyrsti er í Burnley, har Tottenham er á vitjan. Pochettino og hansara menn hava vunnið fýra dystir á rað; tríggar tættar dystir í Premier League og síðani frálíka 3-0 sigurin á Dortmund í Champions League. Um Tottenham sigraði í dag, so kemur liðið uppá 63 stig, og tað er bert tvey stig færri enn City og Liverpool. Manchester City spælir ikki í Premier League hesa vikuna, og Liverpool hevur torføran útidyst. Harvið kunnu trý stig gera nógv fyri Tottenham í dag. Harry Kane venur við aftur, og fleiri leikarar eru ivasamir. 

Í hinum dystunum er nógv uppá spæl hjá Newcastle og Crystal Palace. Bæði liðini eru íblandaði í botnstríðið.

27. umfar: 
12.30: Burnley - Tottenham

15.00: Bournemouth - Wolves
          Newcaslte - Huddersfield

17.30: Leicester - Crystal Palace

Í gjár: Cardiff - Watford 1-5 (0-1)
          West Ham - Fulham 3-1 (2-1) 
         

Støðan eftir 26. umfar

Manchester City *

 

65 stig

2

Liverpool

 

65 stig

3

Tottenham Hotspur

 

60 stig

4

Manchester United

 

51 stig

5

Arsenal

 

50 stig

6

Chelsea

 

50 stig

7

Watford *

 

40 stig

8

Wolverhampton

 

39 stig

9

West Ham *

 

36 stig

10

Everton *

 

33 stig

11


AFC Bournemouth

 

33 stig

12

Leicester

 

32 stig

13

Crystal Palace

 

27 stig

14

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

15

Burnley

 

27 stig

16

Cardiff *

 

25 stig

17

Newcastle

 

25 stig

18

Southampton

 

24 stig

19

Fulham *

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

* Leikt ein dyst fleiri




 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder