Tíðliga í fyrru Carabao Cup-hálvfinaluni millum Tottenham og Liverpool í gjárkvøldið, fór ein heldur óhugnalig hending fram.
Í samband við hornasparksinnlegg royndi Rodrigo Bentancur at seta høvdið á bóltin. Miðvallarin úr Uruguay rann fram móti bóltinum og endaði í grasinum á heldur serligan hátt.
Bentancur rakti ikki bóltin, men fór við høvdinum beint niður í grasið. Tað sá heilt løgið út - hann sá út til at smella um í støðuni og misti vitið.
Hendingin sæst - í heldur ringari góðsku - her
Skjótt vóru spælarar hjá Tottenham og Liverpool á staðnum, og sóu teir ógvuliga stúrnir út. Læknatoymi kom inn á vøllin, og spælarin fekk viðgerð í átta minuttir. Tá hann varð borin av vølli, hevði Rodrigo Bentancur iltmasku á.
Tað sást, at hetta ikki var ein heilt vanlig støða, har ein fótrbóltsspælari liggur niðri (Myndir: EPA)
Hann var við vit á leikvøllinum, og í hálvleikinum kundi Totteham á sosialu miðlunum boða frá, at Bentancur tosaði, var lutfalsliga væl fyri og á veg á eitt sjúkrahús í London.
Sjálvur legði Tottenham-spælarin myndina niðanfyri út á Instagram seinni um kvøldið.
Júst hvat hendi er óvist, men Rodrigo Bentancur skal gjøgnum nógvar kanningar, áðrenn hann møguliga kann spæla aftur. Undrast verður um talan varð um stóran heilaskjálvta og mist vit, tá høvdið kom í, ella um tað var meira enn hetta.
Tottenham vann heldur óvæntað 1-0 og hevur harvið fyrimunin undan seinnu hálvfinaluni, sum verður á Anfield 6. februar. 18-ára gamli Lucas Bergvall skoraði einasta máli í dystinum, tá fimm minuttir restaðu í. Hetta var bert annað tapið hjá Liverpool í 29 dystum undir Arne Slot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald