Fyri fyrstu ferð nakrantíð spældi KÍ seg víðari í Champions League. Í 2020 kom liðið úr Klaksvík víðari úr 1. umfari, men tað var við sigri á skrivaraborðinum, orsakað av koronutilburðum hjá Slovan Bratislava. Í fjør var nær við, tá teir í bláum vunnu 3-1 á Bodø/Glimt í seinna dystinum við Djúpumýrar, og í gjár glapp tað við frálikum avriki í Budapest.
Sí eisini:
Video: Her síggjast brotini úr Budapest
KÍ feldi Ferncvárosi í framúr dysti
Árni Frederiksberg: - Helst tað størsta eg havi upplivað sum fótboltsspælari
Aftaná KÍ-sigur: Venjarin hjá Ferencvárosi koyrdur
Harvið gjørdist KÍ fimta føroyska felagið, sum hevur spælt seg víðari til 2. umfar í Champions League. Hini eru B36 (2006), EB/Streymur (2013) HB (2014), Víkingur (2017).
Skipanin í Champions League undankappingini er broytt eitt sindur gjøgnum árini. Hjá EB/Streymi og HB var talan um eitt slag av undanumfari, tí tá vóru bert ávíkavist fýra og seks lið við í 1. umfari - tey frá tá lægst styrkismettu londunum. Bæði EB/Streymur og HB spældu fyrst javnt í útidystinum men vunnu síðani greitt á heimavølli í seinna dystinum móti liði frá ávíkavist Andorra og Gibraltar.
B36 breyt føroyska múrin í UEFA Cup í 2005 við samanlagda sigrinum á íslendska ÍBV, og árið eftir kom liðið hjá Sigfríði Clementsen og Magna Mohr eisini víðari í Champions League. B36 vann heili 3-0 á útivølli móti maltesiska Birkirkara, ið tá var metstórur føroyskur sigur í evropeiskari kapping. Hetta var í fyrra dystinum. Í 2006 vóru 22 lið í fyrsta umfari. Í 2. umfari vann Fenerbahce samanlagt 9-0 á B36.
Sølvi Vatnhamar skoraði í 2017 tvey mál í 4-1 sigrinum hjá Víkingi í Kosovo (Mynd: Bjarni Enghamar)
Víkingur var ógvuliga nær við at skriva føroyska fótbóltssøgu í 2017 við at spæla seg víðari tvær ferðir í Champions League. Í 1. umfari vóru 10 lið, og Kosovo var tá spildurnýtt limaland hjá UEFA. Víkingur vann báðar dystirnar á Trepca 89. Í útidystinum kom heimaliðið í undirtal í fyrra hálvleiki, og føroyameistararnir gjørdu sær dælt av hesum. Teir úr Eysturkommunu skoraðu fýra mál í Pristina, og komu trygt víðari.
Bert HB og EB/Streymur hava skorað fleiri í Champions League - tað var í omanfyrinevndu heimadystum. Víkingur var í 2. umfari tólv minuttir frá at koma víðari móti íslendska FH men lat síðani tvey mál inn á Tórsvølli.
Flott einstøk úrslit hava eisini verið hjá føroysku liðunum í tí fínastu kappingini. Nú hevur KÍ lagt afturat søguni á jaligan hátt, og javnað nakrar mílasteinar. Uttan at taka nakað frá hinum, er sannførandi sigurin á ungarska meistaraliðnum tó tann flottasti hjá føroyskum liðum í kappingini á pappírinum. Tó er tað so, at alt er til sína tíð, og ymiskar fyritreytir hava verið. Nú er spurningurin so, hvussu langt KÍ kann taka tað, og um liðið hjá Magna Hoseth møguliga skrivar nýggja føroyska fótbóltssøgu.
Á hesari leinkjuni sæst yvirlit yvir føroysku úrslitini í Champions League - Kelda: FaroeSoccer
Nakrir føroyskir stórsigrar eru komnir fyri í "smærru kappingunum" hjá UEFA. Her eru teir størstu í Champions League, á útivølli serliga, umrøddir
Champions League 1. umfar 2023, seinni dysturin
Mikudagin 19. juli, Budapest
Ferencvárosi - KÍ (0-3)
8' Árni Frederiksberg, br. (Odmar Færø) 0-1
32' Árni Frederiksberg (Deni Pavlovic) 0-2
45 (+1)' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 0-3
Champions League 1. umfar 2017, seinni dysturin
Trepca 89 (KOS) - Víkingur 1-4 (0-2):
Sølvi Vatnhamar x2, Sorin Anghel, sjálvmál
Trepca reytt kort (33')
Champions League 1. umfar 2006, fyrri dysturin
Birkirkara (MAL) - B36 0-3 (0-2)
Sylla Ahmed Davy x2, Hanus Thorleifsson
EB/Streymur og HB víðari í ávíkavist 2013 og 2014. Samanlagt 7-3 og 6-3.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald