Fótbóltur

Tríggir dystir verða leiktir í morgin

HB skal royna at økja um munin, Skála skal stríðast fyri sera virðismiklum stigum, og TB tekur ímóti NSÍ longu seinnapartin. Víkingur - AB er útsettur orsakað av sóttarhaldsstøðuni á Glasi.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-22 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 21. umfari í Betrideildini hjá monnum verða leiktir í morgin.

16.30: TB - NSÍ
19.00: EB/Streymur - HB
            Skála -ÍF 


Upprunaliga skuldu fult umfar verða hesa dagfestingina, men KÍ - B36 varð útsettur fyri einari tíð síðani, tí liðini hava evropeiskar uppgávur hósdagin.

Seinnapartin gjørdist greitt, at Víkingur-AB kortini ikki verður leiktur í morgin. Orsøkin er, at seks leikarar hjá AB, ið til dagliga ganga í Glasi, eru í sóttarhaldi.

Les eisini: Víkingur - AB útsettur

Støðan

1. HB 49 stig (19 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 41 stig (19 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (19 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 2 stig (19 dystir)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder