Hondbóltur

Trivaligir sigrar til Danmark og Noreg

Danmark vann við fimtan málum og Noreg við tólv.

Mathias Gidsel og Mikkel Hansen gjørdust toppskorarar við níggju og tíggju málum (Mynd: EPA)

Mathias Gidsel og Mikkel Hansen gjørdust toppskorarar við níggju og tíggju málum (Mynd: EPA)

2023-01-14 09:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var eingin ivi í fyrstu dystunum hjá Danmark og Noreg í hesum HM-endaspælinum í gjárkvøldið.

Danmark spældi móti Belgia, sum fyri fyrstu ferð eru við í HM-endaspælinum. Ein knúsandi 43-28 sigur gjørdist úrslitið.

[object Object](Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen er við millum teir 16 á liðnum, og skoraði í kvøld eitt mál. Hann var á vøllinum ein part av seinna hálvleiki.

Noreg vann eisini sín dyst móti Norðurmakedonia trygt, 39-27.

Ísland og Svøríki skulu aftur í kvøld út í eldin móti ávikavist Ungarn og Grønhøvdaoyggjunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder