Í nógv ár hava fleiri føroyingar spælt í bestu norsku deildunum og/ella í næstbestu norsku mansdeildini.
Í ár er tað tó bert landsliðsbakkurin Tróndur Mikkelsen, sum umboðar Merkið í norskum hondbólti.
Hetta gjørdi 24-ára gamli havnarmaðurin væl í gjárkvølið, tá Kristiansand á heimavølli vann 31-27 á Halden.
Tróndur var beinleiðis við í átta av málunum (fimm upplegg, tvey mál og eitt vunnið brotskast), og hevði hann eisini umráðandi leiklut í verjuni meginpartin av dystinum.
Tað eru serliga eginleikarnir í verjuni, landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen sær stórt í. Eftir at Tróndur Mikkelsen er komin seg heilt eftir skaðan í økslini, fær hann tó spælt við fullari ferð í álopinum eisini.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Hann verður allarhelst at síggja á landsliðnum um ein mánaða ella so, tá EM-undankappingin fer í gongd. Kosovo vitjar 6. november, og fýra dagar seinni spæla Føroyar í Litava móti Ukraina.
Kristiansand liggur eftir fimm umfør á 6. plássið við seks stigum í bestu norsku deildini. Tróndur og teir byrjaðu við tveimum sigrum, taptu síðani tveir, men í gjár bragdaði aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald