Oyggjaleikir 2023

Trý gull til bogaskjúttararnar í dag

Hans Petur Højgaard vann bestur í recurve og Jóannes Poulsen í compound.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-10 23:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku bogaskjúttarnir vunnu ikki færri enn tríggjar gullvirðislønir í dag.

Hans Petur Højgaard vann trygd kappingina WA1400 í recurve fyri menn. Í hesi kappingini verður fyrst skotið 90 metrar, síðan 70, so 50 og at enda 30 metrar. Hans Petur var best í bæði 90 og 70 metrum, so gekk eitt sindur verri á 50 metrum, men aftur á 30 metrum, var Hans Petur best, so hann vann gullið við 1202 stigum framman fyri Bernard Wade av Bermuda og Daniele Rolvi úr Álandi.

[object Object]Hans Petur Højgaard (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður Magnussen gjørdist nummar 8, Hans Bogi Ellefsen nr. 10 og Absalon Hansen nr. 14 við ávikavist 1065, 1040 og 1020 stigum.

Í recurve fyri kvinnur kom Sólgerð Henriksen akkurát millum heiðursmerkjamóttakararnar. Hon gjørdist nummar 4 í kappingini við 1094 stigum.

Tilsamans vunnu hesi eisini gull í liðkappingini við 3361 stigum framman fyri Guernsey og Jersey.

[object Object]
Jóannes Poulsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Triðja gullheiðursmerki vann Jóannes Poulsen, sum gjørdist bestur í compound. Hann fekk tilsamans 1339 stig. Skjeyt ikki so væl á longsta teininum, men á 70, 50 og 30 metrum var hann bestur.

Silvur fekk Stewart Stranger úr Orknoyum og bronsu fekk Rhys Moore av Manoy.

Nikkel Petersen gjørdist nummar 4 við 1320 stigum, Jógvan Niclasen nr. 9 við 1276 stigum og Sámuel Petersen nr. 16 við 1249 stigum.

Hjá kvinnunum gekk ikki so væl í compound. Helena við Misá gjørdist nummar  10 við  1073 stigum og Rakul Dam nr. 12 við 989 stigum.

Harvið endaðu Føroyar á fimta plássi í recurve.

Sí myndirnar, sum vórðu tiknar av bogaskjúttunum fyrr í dag 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder