Fyrst í apríl spælir føroyska kvinnulandsliðið tveir teir seinastu dystirnar í undankappingini til EM-endaspælið, sum verður í desember. Føroyar hava ein møguleika at vera við har. Um okkara fáa stig í Íslandi, verður hetta allarhelst veruleiki, og tað kann eisini eydnast við at hava avmarkaði tap.
Dystirnir eru móti Svøríki og Íslandi, ávikavist á heima- og útivølli, tann 3. og 7. apríl.
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey eru eftir:
1. Svøríki 8 stig
2. Ísland 4 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
Ísland er betri innanhýsis enn Føroyar. Nummar eitt og tvey koma víðari, og fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini til EM - átta bólkar eru
Hondbóltssamband Føroya boðar í dag frá, at landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hópin til avgerandi dystirnar. Eitt navn er á listanum, sum ikki var á seinast:
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Útispælarar:
Rannvá Olsen, VÍF
Hervør Niclasen, Neistin
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Tað var heldur ógreitt, hví Turið Arge Samuelsen ikki var við til dystirnar móti Luksemborg. Tað var so ikki nakar skaði.
Nú er toppskjúttin í SMS-deildini við aftur, og kann hetta fáa stóran týdning: Turið kann gera mun - sum bakkur og sum vongur.
Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir vórðu úttiknar seinast, men tær eru ikki við hesaferð
Dystirnir verða leiktir ávikavist mikudagin 3. apríl kl. 19.00 á Hálsi og sunnudagin 7. apríl kl. 17.00 í Hafnafirði. Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her:
Mynd: HSF
Portalurin verður sjálvandi til staðar til dystin móti Svøríki og verður eisini við á túrinum til Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald