Hondbóltur

Turið skorað næstan 700 mál seinastu trý árini

Og her er bert talan um landskappingina. Lyklaspælarin hjá greuipuvinnarunum gjørdist aftur toppskjútti í ár og er favorittur at vinna ársins álopsspælari og ársins spælari í SMS-deildini.

Turið Arge Samuelsen gjørdi bart í steypafinaluni í februar við millum annað 15 málum. Hetta kemur afturat øllum landskappingarmálunum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Turið Arge Samuelsen gjørdi bart í steypafinaluni í februar við millum annað 15 málum. Hetta kemur afturat øllum landskappingarmálunum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-17 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld verður stóra gallaveitslan hjá hondbóltinum fyri 2023/2024. VB skipar fyri tiltakinum í Salt á Drelnesi, og Hondbóltssambandið stendur fyri at lata heiðrar.

Hjá kvinnum er tað helst ikki nakar ivi um, at Turið Arge Samuelsen er stórur favorittur at vinna heiðurin sum ársins spælari og ársins álopsspælari. Kyndil gjørdist greipuvinnari, og Turið var mest vandamikli spælarin.

Í tveimum av trimum finalum royndi StÍF at mansverja kviku 29-ára gomlu havnarkvinnuna við knallharða skotinum. Hetta eydnaðist partvíst, men kortini vann Kyndil, og Turið Arge Samuelsen varð toppskjútti í triðju og seinastu finaluni.

[object Object]
StÍF - og øll hini liðini - royndi. Tað eydnaðist tó ongum at tálma Turið heilt í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Turið: - Vit stremba aftur eftir at vera í oddinum

Tølini hjá Turið Arge Samuelsen seinastu trý árini hava verið øðilig. Hesa tíðina hevur hon í stóran mun spælt á vinstra bakki heldur enn vinstra vongi. Í fjør setti Turið met við 279 málum í landskappingini. 

Mál hjá Turið Arge Samuelsen í SMS-deildini seinastu trý kappingarárini:
2021-2022: 188
2022-2023: 279
2023-2024: 229

696 tilsamans

Hon hevur verið toppskjútti øll trý árini. Hetta samanlagda talið er ógvuliga flott og helst søguligt. Afturat hesum hevur Turið skorað nógv mál fyri Kyndil í steypakappingina, sum felagið vann í ár og í 2022. Í steypafinaluni í ár var nummar 33 ikki til at stýra - tá gjørdist talan um 15 mál.

Sí eisini: Turið greiður toppskjútti

Turið Arge Samuelsen segði í samrøðu við Portalin eftir FM-gullið, at hon als ikki ætlar at høgga bremsurnar í.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen flúgvandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder