Klokkan 19.30 er norðurlendska brakið móti Noreg, har Føroyar skulu royna at skaka stórfavorittarnar, og spenningurin økist
Man hevur loyvi at hava 16 spælarar á dómaraseðlanum, og harvið sita tríggir av teimum í EM-hópinum uttanfyri.
Í mun til fyrsta dystin eru tvær broytingar gjørdar. Ungu bakkarnir úr Hoyvík, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún, standa hesaferð á dómaraseðlanum. Harvið munnu tveir víkja. Talan er um Jónas Gunnarson Djurhuus og Ísak Vedelsbøl.
Jónas kom ikki á vøllin móti Slovenia, meðan Ísak var inni til nøkur fá álop í yvirtali. Julian Johansen segði við Portalin fyrr í dag, at raðfestingin var at hava fleiri bakspælarar, og at hava slíkar sum eru vanir við ymiskt yvirtalsspæl.
Sí eisini: - Norska verjuspælið verður ein stór avbjóðing
Rói og Pauli hava spælt tað rímiliga nógv - serliga saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum er skiparin í 7 móti 6-spælinum. Hetta fara Føroyar at nýta nógv í dag - mest sannlíkt frá byrjan.
Allan Norðberg verður heldur ikki á listanum í dag. Harvið er Hákun West av Teigum einsamallur høgri vongur móti Noreg.
Sí eisini:
Hákun og Elias eru javnsettir EM-toppskjúttar
- Vit skulu njóta hesa upplivingina
Í dag, leygardagin 11. januar - 2. umfar
Bólkur D - Berlin
17.00: Pólland- Slovenia
19.30: Føroyar - Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald