Betrideildin nærkast. Um 15 dagar er 1. umfar á skránni, og liðini eru við at leggja seianstu hond á fyrireikingina. HB er í hesum døgum á venjingarlegu í Turkalandi, og liðini eru ikki liðug at spæla venjingardystir. Ein var í gjárkvøldið, tveir verða í dag og tveir í morgin.
Tað endaði 1-1, tá ÍF og Skála hittust til venjingardyst í Fløtugerði í gjárkvøldið. Bæði liðini skoraðu tíðiliga í 2. hálvleiki; fyrst útiliðið og síðani svaraði uppflytarin aftur.
Les eisini: Holgar til ÍF
Í dag eru tveir dystir á skránni við Djúpumýru. Tað er í árligu Klaksvíkskappingini. NSÍ skal spæla ímóti vertunum, og B36 og Vìkingur hittast í hinari hálvfinaluni seinnapartin.
Skráin í dag:
Leygardagin 23. februar:
Kl. 13.00: Víkingur - B36
Kl. 15.30: NSÍ - KÍ
Í gjárkvøldið:
ÍF-Skála 1-1 (0-0)
0-1 50.min Pætur Dam Jacobsen
1-1 54.min Jan Ellingsgaard (br)
Liðið hjá Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen (Janus Samuelsen, 61.), Teitur R. Joensen, Leivur Joensen (Djóni Petersen, 79.) – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur Højgaard (Ólavur Mikkelsen, 72.) – Edvin Jakobsen, Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein (Andreas Jacobsen, 67.) – Jákup Johansen (Jan Ingason Hansen, 79.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald