Fótbóltur

Tveir týðandi dystir í oddastríðnum í kvøld

Útsettu dystirnir í Gundadali og við Løkin kunnu flyta nakað í bæði FM-stríðnum og í stríðnum um 4. plássi. B36-Víkingur byrjar kl. 17.30 og NSÍ-HB ein tíma seinni.

Víkingur vann 4-0 á B36 í apríl og hevur bert tapt ein Betrideildardyst síðani juni í fjør. Oddaliðið er eisini favorittur í kvøld, men lagt er tó upp til ein spennandi dyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann 4-0 á B36 í apríl og hevur bert tapt ein Betrideildardyst síðani juni í fjør. Oddaliðið er eisini favorittur í kvøld, men lagt er tó upp til ein spennandi dyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-27 12:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í 20. umfari í Betrideildini verða spældir í kvøld. Uppgerðirnar í Gundadali og við Løkin vórðu fluttar ein dag, orsakað av at seinna steypahálvfinalan millum HB og Víking í Sarpugerði varð útsett eitt samdøgur vegna veður.

Víkingur og HB hava vunnið innanhýsis dystirnar móti ávikavist B36 og NSÍ í ár. Tað kann tó ávirka í kvøld, at tey bæði fremstu liðini í Betrideildini spældu 100 harðir minuttir fríggjakvøldið, og at talan var um ein tungan og inntensan dyst. HB verður eisini uttan leikbannaðu Mathias Voss og Jákup Thomsen í Runavík - umframt Bartal Wardum og Áka Samuelsen - og Víkingur vantar Arnbjørn Svensson, sum eisini fekk reytt kort í hálvfinaluni.

[object Object]
Í hesari støðuni í HB-brotsteignum fingu bæði Arnbjørn Svensson og Jákup Thomsen reytt kort fyri at vera ov ógvusligir (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur skal harvið byrja við nýgjari miðverju fyri fyrstu ferð í Betrideildini í ár. Atli Gregersen skal hava nýggjan makkara - tað kundi verið Bergur Gregersen. B36 hevur víst fínt spæl eftir summarsteðgin og kundi fingið stig, tá Víkingur eisini var í Gundadali fyri 15 døgum síðani.

Fyri Víking hevur dysturin nógv at siga fyri at halda frástøðuna til HB, og KÍ, meðan B36 skal royna at nærkast NSÍ. Runavíkingar skulu í kvøld reisa seg eftir 3-0 tapið fyri 07 Vestur í seinasta umfari. HB hevur vunnið teir báðar innanhýsis dystirnar í ár 3-2, og í uppgerðini við Løkin seinast avgjørdi Heðin Hansen í yvirtíðini fyri HB. Spurningurin er so, hvussu tað fer at verða í kvøld-  tað kann verða eitt úrslit, sum fær stóran týdning fyri endaspurtin.

[object Object]
Sammy Skytte fór út við skaða í Sarpugerði fríggjadagin og spælir helst heldur ikki í kvøld, tá HB skal stríðast við NSÍ um stigini (Mynd: Sverri Egholm)

Betri deildin menn 20. umfar

Í dag, týsdagin 27.08
17.30: B36 - Víkingur
18.30: NSÍ - HB

Televarpið vísir báðar dystirnar - til ber at fylgja gongdini beinleiðis á okkara forsíðu.

Sunnudagin 25.08
KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)
45 (+1)' Mads Boe Mikkelsen 1-0
77' Boubacar Dabo (Jens Erik Bruhn) 1-1
90 (+8)' Páll Andrasson Klettskarð, br. 2-1

Reytt kort: 62' Albert Ejupi (seinna gula)

Les eisini: Nummar níggju tryggjaði teimum niggju sigurin í yvirtíðini

Leygardagin 24.08
07 Vestur - B68 2-0 (1-0)
37' Emil Grønn Pedersen 1-0
73' Jónas Prior 2-0

Reytt kort: Jóhan Josephsen 30' (beinleiðis reytt kort)

Týsdagin 27.08

Fríggjadagin 23.08
Skála - ÍF 3-3 (2-1)
8' Maxwell Effiom (Atli Djurhuus Petersen) 1-0
24' Maxwell Effiom 2-0
42' Peter Ullum (Jákup Andrias Thomsen) 2-1
54' Uros Stojanov (Símun Kalsø) 2-2
71' Maxwell Effiom (Marjus Nón) 3-2
83' Peter Ullum 3-3

Les eisini: Skála søplaði bóltin burtur

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder