Hondbóltur

Tvey dómarapør døma altjóða dystir í summar

Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe døma í Litava og brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard fara til Montenegro at døma altjóða dystir.

Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe (Mynd: HSF)

Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe (Mynd: HSF)

2023-07-07 13:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyskir dómarar í hondbólti skulu royna seg uttanlands í summar, og skulu døma altjóða dystir.

Ársins dómarapar í Føroyum, Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, skulu døma í W19 EHF Championship kappingini í Litava frá 10. – 16. juli, har Føroya eisini luttaka. Teir skulu døma fimm dystir í kappingini, sum telur londini Spania, Bosnia Hersegovina, Estland, Litava, Bulgaria, Føroyar, Slovenia og Turkaland.

Eisini skulu brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard út í Europa at døma. Teir skulu til Podgorica í Montenegro at døma EUSA Handball Games 2023, sum er kapping millum universitetslið í Europa.

Kappingin er frá 9.-14. juli. Andrias og Høgni døma vanliga í donskum hondbólti, har teir hava dømt í 2. deild í vetur, men hava í væntu at rykkja upp í 1. deild til komandi kappingarár. Andrias og Høgni royndu seg eisini í Young Referess Program hjá EHF í fjør, har teir dømdu í European Open.

Báðar kappingar eru kappingar, sum EHF brúkar til at seta nýggjar dómarar við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder