Júst hvussu roknistykki í seinasta enda fer at síggja út er trupult at siga, men tað er heilt víst, at føroyskum fótbólti tørvar fleiri stig fyri at halda uppá síni fýra pláss í kappingunum hjá UEFA frá 2021 av - í øllum førunum um leisturin verður tann sami, sum hann er nú.
(Pætur Petersen nær við at leggja HB á odda 3-2 ímóti HJK - Mynd: Olaf Olsen)
Sagt hevur verið, at føroysk lið skulu hava 16 stig hetta summarið - tað kann verða meira. Eftir dystirnar í gjár eru 10 stig komin í hús: KÍ hevur vunnið tveir dystir (á Tre Fiori) og javnað tveir (ímóti Riterai) NSÍ spældi javnleik á heimavølli ímóti Ballymena, og HB fekk 2-2 javnleik ímóti HJK Helsinki
Les eisini:
KÍ spældi seg víðari
Myndir: KÍ-fagnaður á Svangaskarði
KÍ gjørdi tað, sum liðið skuldi í gjárkvøldið fyri at koma víðari. Tað telur tó ikki meira enn tvey stig í samlaða rokniskapinum, hóast tað var ógvuliga flott at spæla seg víðari. HB var nær við at fáa ein sera kærkomnan og flottan sigur í gjár, men HJK javnaði í 77. minutti.
Møguleikarnir eru framvegis har hjá KÍ og HB, ið hava minst tveir dystir eftir í Evropa. B36 hevur møguleikan at vinna seg víðari ímóti Crusaders hóskvøldið, hóast tað verður sera trupult. Týðandi kann dysturin sannliga eisini fyri føroyska stigkontoina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald