Fótbóltur

Tvøroyrar Bóltfelag 130 ár í morgin

Í hesum sambandi verður nógv gjørt burturúr áðrenn, undir og eftir dystin hjá besta mansliðnum móti HB, ið verður bríkslaður í gongd við Stóra klokkan 13. Millum annað verður TB-fagnaður í miðbýnum á Tvøroyri í annaðkvøld, og leygarkvøldið verður føðingardagsveitsla við ymiskum gestum í høllini í Trongisvágs.

Tvøroyrar Bóltfelag er elsta fótbóltsfelag í landinum og hevur nú 130 ár á baki

Tvøroyrar Bóltfelag er elsta fótbóltsfelag í landinum og hevur nú 130 ár á baki

2022-05-12 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvøroyrar Bóltfelag er elsta fótbóltsfelag í landinum. Tað var Poul Effersøe, sum í 1892 stovnaði "Tværå Boldklub" - og harvið veruliga birti undir áhuganum fyri spælinum í Føroyum - og í morgin, 13. mai 2022, eru júst 130 ár síðani, at felagið varð sett á stovn. 

Í hesum sambandi verður nógv gjørt burturúr. Tað fyrsta er, at landskappingardysturin hjá besta mansliðið felagsins móti HB, ið skuldi verða leiktur í Gundadali, er fluttur til Trongisvágs. soleiðis at hann verður bríkslaður í gongd við Stóra klokkan 13.00.

TB boðar frá, at í samband við føðingardagin verður dysturin ókeypis, TB bjóðar lagkøku, kaffi/te og sunkist, eitt TB-blað verður at fáa í húsinum og Spælt verður um steyp.

Byrjað verður tó áðrenn við skrúðgongu, sum verður klokkan 12.30 frá ítróttarhøllini í Trongisvági og vestur til vøllin við Stórá. Meðan gingið verður, verður eyðkendi TB-sangurin spældur.  

Í annaðkvøld verður TB-fagnaður í miðbýnum.

- Frá klokkan 18.00 verður tónleikur í hátalarunum, og TB bjóðar okkurt leskiligt í teltinum. Kl. 19.30 verður so felagssangur, livandi tónleikur, røður og ikki minst handan av heiðursskjølum til allar fyrrverandi TB leikarar sum hava verið við til at vunnið FM gull til felagið.

Runda hátíðarhaldið støðgar tó ikkki her, tí TB heldur risastóra føðingardagsveistla í ítróttarhøllini í Trongisvági, har bæði borðhald, undirhald og dansur verður.

Ein serstakur útlendskur gestur verður. Talan er um bretan Tom Simons, sum er ein av høvuðsmonnunum hjá ”The Club of Pioneers”, ið er felagsskapurin hjá øllum teimum elstu fótbóltsfeløgunum í hvør sínum landi, og sum TB í 2020 gjørdist limir í.  Tom Simons segði beinanvegin ja til innbjóðingina frá Tvøroyrar Bóltfelag um at luttaka, og kemur hann til Føroya í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder