Seinastu dystirnir í EM-meginumfarinum eru spældir í dag.
4. og seinasta umfar í bólki 1 - í dag, mikudagin 24.01:
Ísland - Eysturríki 24-26 (14-8)
Ungarn - Frakland 32-35 (18-20)
Týskland - Kroatia 24-30 (14-13)
Tá týskararnir fóru á vøllin í Köln í kvøld, vistu teir, at man als ikki noyddist at spæla fyri fullum útblástri. Av tí at bæði Eysturríki og Ungarn taptu fyrr í dag, kundi eingin fáa vertirnar á 2. plássi aftur, og hóast Týskland tapti fyri Kroatia, so er hálvfinala á skránni móti donsku heimsmeistarunum fríggjakvøldið klokkan 19.30.
Hin hálvfinalan verður millum Frakland og evropameistararnar Svøríki. Frakland hevur framvegis ikki tapt í EM-endaspælinum (spældi javnleik móti Sveis), og í dag vunnu teir í bláum á Ungarn, ið framvegis stríddist fyri hálvfinaluplássi. Frakland var síðst í EM-finaluni í 2014.
Eysturríki stríddist fyri søguligum hálvfinaluplássi, og hóast man kom heilt væl inn í dystin aftur eftir ræðuligan fyrra hálvleik, so vóru heldur skerdu íslendingarnir stinnari móti endanum. Ævintýrsøgan um Eysturríki hevur verið ein av teimum størstu í EM, og liðið hevur framvegis møguleika at spæla seg til OL í summar. Eins og Ísland er Eysturríki tó bundið av øðrum úrslitum nú.
Endaliga støðan:
Frakland 10 stig *
Týskland 5 stig *
Ungarn 4 stig
Eysturríki 4 stig
Ísland 4 stig
Kroatia 3 stig
*Víðari til hálvfinalurnar fríggjadagin
Spæla um 5. - 6. plássið móti Slovenia fríggjadagin
EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 26.01 - Köln
16.45: Frakland - Svøríki
19.30: Týskland - Danmark
Dystirnir kunnu millum annað síggjast á danska TV2/TV2 Sport og TV2 Play.
Sí eisini: So tapti Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald