placeholder
Annað

Týskland og Meksiko favorittar at spæla seg víðari

Fýra bólkar eru nú eftir at avgreiðast. Seinnapartin eru tað týskarar, meksikanarar, sviar og suðurkoreanarar, ið dystast.

Toni Kroos er maðurin, ið hevur bjargað HM hjá Týskalandi. Nú er Suður Korea fyri framman hjá Kroos og co.
(Mynd: EPA)

Toni Kroos er maðurin, ið hevur bjargað HM hjá Týskalandi. Nú er Suður Korea fyri framman hjá Kroos og co. (Mynd: EPA)

2018-06-27 12:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnpartin verður bólkur F avgjørdur. Tað kann gerast sera spennandi; eins og í bólki B og D. 

Leygarkvøldið gjørdi Týskland tað, sum týskarar vanliga gera í endaspølum: Teir skora ímóti endanum. Frísparksmálið hjá Toni Kroos í 95.minutti gjørdi av við sviar, og nú liggur Týskaland sera væl fyri til at koma víðari. Favorittarnir í bólkinum, burdu ikki havt stórar trupulleikar av Suður Korea, ið hevur lítlan møguleika at koma víðari. 

Mekisko er eisini í góðari støðu. Liðið spældi ein frálíkan dyst ímóti týskarunum, og Meksiko vann eisini uppiborið ímóti Suður Korea. Ein javnleikur ímóti Svøríki er nóg mikið fyri eitt av bestu liðunum í endaspælinum higartil. Sviar hava víst seg at vera torførur at bróta niður, men Svøríki fekk eitt hart slag leygarkvøldið, og skal vinna dystin seinnapartin fyri at koma víðari.

Nógv bendir á, at týskarar og meksikanarar gera arbeiði liðugt, men higartil hevur HM víst seg at verða opið, og týskarar hava í øllum førum víst veikleikar.

Mikudagin kl.15.00:
Suður Korea - Týskland (KVF - TV2 Sport)
Meksiko- Svøríki (KVF - TV2)

Støðan í bólkur F undan seinata:

Meksiko        6 (+2) 
Týskland       3 (0) 
Svøríki          3 (0) 
Suður Korea  0 (-2)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder