Fótbóltur

U15: Stóðu seg væl ímóti donskum liðum

– Eitt er, at vit vinna við nógvum málum í fyrra dystinum, men tað var eisini umráðandi, at einki mál bleiv skorað ímói, staðfestir Jákup Mortensen, venjari.

6-0 á Sundby BK og 1-0 sigur á HB Køge vóru úrslitini í venjingardystunum, sum U15 landsliðið við gentum spældi á venjingarleguni í Danmark í farnu viku (Mynd: FSF)

6-0 á Sundby BK og 1-0 sigur á HB Køge vóru úrslitini í venjingardystunum, sum U15 landsliðið við gentum spældi á venjingarleguni í Danmark í farnu viku (Mynd: FSF)

2025-11-12 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: 6-0 á Sundby BK og 1-0 sigur á HB Køge vóru úrslitini í venjingardystunum, sum U15 landsliðið við gentum spældi á venjingarleguni í Danmark í farnu viku

– Dagarnir í Danmark vóru fyltir við fótbólti. Umframt dystir, vóru venjingar og fundir eisini á skránni. Undir venjingunum varð dentur lagdur á ymiskar dystarstøður, og á fundunum fingu spælararnir møguleikan at seta orð á, hvussu tær síggja og uppliva hesar støðurnar.

Tað sigur Jákup Mortensen, venjari hjá U15 landsliðnum við gentum, sum í farnu viku vóru á venjingarlegu í Keypmannahavn.

Í fyrra venjingardystinum vunnu okkara gentur 6-0 á Sundby BK. Málini gjørdu Emma Sigtórsdóttir Petersen, sum skoraði trý mál, Lilja Dam Jacobsen gjørdi tvey, og Eva Atladóttir skoraði eitt mál.

[object Object]
Eva Atladóttir, Lilja Dam Jacobsen og Emma Sigtórsdóttir Petersen (Mynd: FSF)

Úrslitið av seinna dystinum, sum var ímóti HB Køge, gjørdist 1-0 til Føroyar. Einsamalla málið skoraði Ida Müller.

– Eitt er, at vit vinna við nógvum málum í fyrra dystinum, men tað var eisini umráðandi, at einki mál bleiv skorað ímóti. Í seinna dystinum var dystarmyndin eitt sindur øðrvísi. Men aftur hesaferð megna vit at halda tætt í verjupartinum, og kundu – um væl vildi til – vunnið við meir enn einum máli, sigur Jákup Mortensen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder