Føroysku U17-kvinnurnar hava fingið eina frálíka byrjan uppá EHF Championship-kappingina, ið tær í hesum døgum luttaka í, í Georgia. Fríggjadagin eydnaðist at fáa eitt frálíkt stig móti Serbia, ið saman við Niðurlondum er favorittur at koma í finaluna. Í dag var lykladystur, har tað frammaundan var greitt, at vinnarin við stórum sannlíkindi fer víðari, og tað vóru Føroyar, ið vóru stinnari.
Talan var um ein ógvuliga javnan dyst og serliga fyrra hálvleik. Okkara vóru tó júst omaná - munurin í steðginum var eitt mál. Dystarmyndin í 2. hálvleiki líktist, men sum hálvleikurin leið, høvdu okkara hug at fara avstað. Við fleiri góðum álopum og einari verju, ið gjørdi tað trupult fyri Italia, umframt góðum spæli av Silju og Simonu í málinum, vóru Føroyar á +3 eina løtu, og tá beint undir fimm minuttir kom liðið hjá Simon Olsen fyri fyrstu ferð uppá +4.
Í tíðarbilinum var Sára Sigrunardóttir Mikkelsen sera umráðandi. Hon skoraði góð mál av strikuni og Neista-leikarin stóð sterk í myndini í verjupartinum og varð kosin til dagsins leikara hjá Føroyum. Við síðuna av henni í miðverjuni hevði Lukka Arge, ið til dagliga spælir hondbólt á Frederksberg, eisini ein heilt góðan dyst, og Lukka skoraði eisini fýra góð mál í 2. hálvleiki - millum annað trý við brotskasti har hon var ísakøld. Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið skoraði níggu ferðir móti Serbia skoraði fýra mál hesuferð, og var við til at skapa fleiri mál. Millum annað vóru tað innspæl til Sáru á strikuni og vunnin brotsskøst.
Móti endanum var Italia nær við at heinta leiðsluna inn aftur. Tað fór frá +4 til +1, millum annað tí at Maria Nólsoy varð útvíst, men so tók Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe av álvara ábyrgd. Hon skoraði tvey tey fyrstu málini hjá Føroyum í dystinum og eisini tvey tey seinastu. Málið til 27-25 var eitt gott gjøgnumbrot frá Onnu Elisabeth, tá 40 sekund vóru eftir, føroyska verjan stóð síðani væl ímóti, og so kundu tær í hvítum av álvara fegnast.
Við góða sigrinum hava Føroyar so gott sum spælt seg víðari, nú bert eitt umfar er eftir. Serbia hevur eisini trý stig nú, og harvið skal Italia vinna á Serbia, og Føroyar tapa fyri Estlandi, ið hevur tapt við ávíkavist 21 og 23 málum móti Italia og Serbia. Føroyska liðið spælir aftur hósdagin 11.30
W17 EHF Championship 2021 í Georgia
Bólkur B, 2. umfar - 09.08, Tbilisi
Føroyar - Italia 27-25 (12-11)
Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 4-4
15 min: 6-6
20 min: 7-8
25 min: 9-8
35 min: 14-13
40 min: 16-14
45 min: 19-17
50 min: 21-20
55 min: 24-21
Málini hjá Føroyum:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 4
Lukka Arge 4 (3)
Karin Egholm 2
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 2
Marita Magnadóttir Thomsen 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Lea Mohr 1
Poula Fríðheim Petersen 1
Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 9
Simona Michelsen Kass 4
Støðan í bólki B eftir 2. umfar:
Serbia 3 stig
Føroyar 3 stig
Italia 2 stig
Estland 0 stig
Fótbóltur
U17: Føroyar vunnu spennandi dysti móti Italia
Harvið er liðið so gott sum víðari til hálvfinaluna í EHF Championship í Georgia. Føroyska liðið var omaná tað mesta av dystinum og megnaði móti endanum at gera góðar og avgerandi atgerðir, ið tryggjaði tey tvey stigini.
Føroyska liðavrikið móti Italia var sera gott (Mynd: HSF)
2021-08-09 15:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald