Fótbóltur

U17 gentur til EM undankapping í Slovenia

Tíðliga mánamorgunin setir føroyska U17-landsliðið við gentum kós ímóti Slovenia, har tær skulu spæla EM undankapping næstu dagarnar.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2025-11-02 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku luttekur føroyska U17-landsliðið við gentum í EM-undakapping í Slovenia.

Føroyar eru í bólki B6, saman við Slovenia og Íslandi. 5. november klokkan 11 verður spælt móti Slovenia, og 8. november klokkan 13 verður spælt móti Íslandi, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Eyðvør Jakobsen, venjari hevur úttikið 18 gentur til kappingina. Tær eru:

  • Beinta Klemmentsen, B36
  • Lilja Debess av Teigum, B36
  • Alda Hjørdisardóttir Egholm, B71
  • Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
  • Ragnhild Magnusson, FC Hoyvík
  • Elin Elmelund Hansen, HB
  • Nita á Lakjuni, ÍF
  • Elisabeth Bjartalíð, KÍ
  • Aleksandra Zachariassen, KÍ
  • Naomi Hansen, NSÍ
  • Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
  • Rakul Maria Rasmussen, Skála
  • Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
  • Sara Benjaminsen, Skála
  • Malan Joensen, Skála
  • Klára Døgg Edvardsdóttir, Skála
  • Sára Vang Justinussen, Víkingur
  • Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder