HSF: Føroysku U17-kvinnurnar sigraðu á Grikkalandi í fyrsta dystinum í EHF Championship kappingini í Baku í Aserbadjan.
Føroyar vunnu 27-22, eftir hálvleiksstøðuna 16-8 til okkara. Føroyska liðið vísti góða breidd, har nógvar bjóðaðu inn bæði í verju og álopi.
Fyrsta løtan var merkt av, at talan var um fyrsta dyst í kappingini, og at liðini bæði líka skuldu merkja vøllin og peila hvørt annað av. Neyvleikin kundi verið størri í føroysku skotunum og spælinum, men batnaði hetta so við og við. Silja Geirsdóttir Eystberg kom inn og var ein støðug hóttan við skotum útifrá. Hon skeyt 6 mál í fyrra hálvleiki. Føroyska verjan stóð eisini hampuliga væl við einari sera vælleikandi Gyltu á Neystabø í málinum. Eftir at liðini fylgdust fyrstu 10 minuttirnar, tá støðan var 3-3, setti Føroyar ferð á og drógu frá og var hálvleiksstøðan 16-8 til Føroyar.
Meira flog var yvir grikska spælinum frá byrjan í seinna hálvleiki. Tað var eyðsæð, at tær vildu vísa meira í mun til í fyrra hálvleiki. Tær vóru omaná fyrstu løtuna og hálaðu inn á føroyska liðið, sum gjørdi heldur nógvar villur í álopinum, tá tær griksku komu longur fram at verja. Okkara megnaðu tó at halda høvdið kalt saman við einari vælleikandi Mariu Beder, sum kom inn í føroysk málið og koyrdu okkara sigurin heim við endaligu støðuni 27-22.
Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Silja var eisini føroysku toppskjútti við 9 málum.
Føroyar møta Ísrael í morgin kl. 12.45 og kann dysturin stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin
5 min. 2-3
10 min. 3-3
15 min. 5-4
20 min. 9-6
25 min. 12-7
30 min. 16-8
35 min. 19-13
40 min. 20-14
45 min. 22-16
50 min. 24-18
55 min. 25-20
60. min. 27-22
Málskjúttar hjá Føroyum
Silja Geirsdóttir Eystberg 9
Rakul Borgarlíð Joensen 5 (2)
Katrin Hansen 4
Fjóla Skaalum Vilhelm 3
Elida Joensen 2
Agatha Djurhuus 1
Joan Johannesen 1
Sára Hórðará 1
Sára Berg á Lag 1
Málverjar
Gylta á Neystabø 43%
Maria Beder 36%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald