Fótbóltur

U17 landsliðið á torføra uppgávu

Føroysku dreingirnir fáa roynt seg nú klokkan 10, tá teir traðka á vøllin móti Spania.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael - Mynd: Kristmund Johannessen / www.fsf.fo

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael - Mynd: Kristmund Johannessen / www.fsf.fo

2018-10-23 09:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum eru í hesum døgum í Skopje í Makedónia, har liðið spælir EM-undankappingardystir. Føroyska liðið fekk eina ræðuliga byrjan uppá undankappingardystirnar, tá teir í fyrsta dystinum tapti heili 6-0 móti Ísrael, sum skoraði øll málinum seinastu 21 minuttirnar av dystinum.

Í dag hevur liðið møguleika at endurreisa seg, men talan verður allarhelst um enn eina torføra uppgávu. Tá liðið trínur á vøllin nú klokkan 10, stendur stóra fótbólsttjóðin Spania á hinar hálvuni.

Á odda fyri føroyska liðinum stendur landsliðsvenjarin Áki Johansen, og hann hevur úttikið hesar leikararnar til EM-undankappingardystirnar:

Ari Petersen, 07 Vestur

Noah Hans Mneney, ÍF

Tórur Franksson Joensen, HB

Mikkjal Hellisá, EB/Streymur

Ári Arge, HB

Jónas J. Warner, B36

Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Olaf K. Hansen, KÍ

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

Ási Pálsson Dam, HB

Kristian Krog Hentze, B36

Dánial Danielsen, NSÍ

Gilli Róason, HB

Meinhard F. Janusarson, NSÍ

Ingolf Tvørfoss, Víkingur

Børge Petersen, KÍ

Jóel H. Jacobsen, NSÍ

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Eftir hendan dystin hevur føroyska liðið ein dyst eftir. Tað er dysturin móti vertstjóðini Makedónia og hesin dysturin verður spældur 26. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder