Hondbóltur

U18-menn: Stórur týskur biti

Talan var um ein torføran dyst hjá U18-monnunum fríggjadagin móti Týsklandi, sum vann 32-23, eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Týsklands.

2024-06-29 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Sum væntað, so var talan um ein torføran dyst hjá U18-monnunum í gjár móti Týsklandi, sum vann 32-23, eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Týsklands. Okkara kunnu tó taka nógv jaligt við sær úr dystinum, sum var ein góð trýstroynd undan EM-endaspælinum í august.

Hóast úrslitið vísir nakað av muni, so var munurin ikki so stórur á liðunum í fyrra hálvleiki. Føroyska verjan var ágrýtin og stóð stinn, og hevði Ingi Johannesen eisini fleiri góðar bjargingar í føroyska málinum. Liðini fylgdust fyrstu 20 minuttirnar, men kostaðu nøkur brend skot og tekniskar villur fyri hálvleik, soleiðis at týskarar komu fýra mál fram um. Filip Haldansen, sum stóð seg væl í føroyska álopinum hósdagin, var óheppin í gjár og fekk harpiksfingrar í eyga heili tvær ferðir og mátti sita uttanfyri størsta partin av dystinum. Í hansara stað kom tó Pauli Rasmussen, sum spæld sín fyrsta landsdysti. Hann stóð seg eisini væl við trimum góðu málum.

Eins og hósdagin, byrjaðu Føroyar við einari 5-1 verju í seinna hálvleiki og gav hetta aftur eitt hál, har okkara minkaðu um munin niður í tvey. Rúnar Hammer stríddist aftur væl í føroyska álopinum, og kom hann oftast við fyrsta trýstinum og spældi hann m.a. Magnus Árason fleiri ferðir fríðan á høgra vongi, har hann fekk nógv mál. Stígur kom tó í føroyska spælið eina løtu um miðjan seinna hálvleik og runnu týskarar okkara niður og vóru eftir stutta løtu frammanfyri við tíggju, áðrenn okkara fótaðu sær aftur.

Hóast eitt størri tap, so var hetta ein góð trýstroynd fyri okkara leikarar undan EM-endaspælinum í august, har heili átta dystir eru á skránni móti sterkastu liðunum í Evropa. Í seinna dystinum í Nations Cup í Lübeck møta U18-mennirnir Niðurlondum. Hesin dysturin verður sunnudagin kl. 11.00, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast fyri 5.99 euro á her: Start | handball-globe.tv

Dystargongdin Týskland – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 5-4
15. min. 7-6
20 min. 8-7
25 min. 10-9
30 min. 14-10
35 min. 14-12
40 min. 18-14
45 min. 22-15
50 min. 26-17
55 min. 29-19
60 min. 32-23

Málskjúttar hjá Føroyum:
Magnus Árason 9
Fríði Holm í Innistovu 5 (1)
Pauli Rasmussen 3
Rúnar Hammer 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2 (2)
Erling Erlendsson 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder