Hondbóltur

U18-menn: Stríðsdystur endaði javnur

Málfátækur dystur millum Føroyar og Montenegro endaði við javnleiki 20-20.

(Mynd: Stefan Ivanovic/HFMNE/HSF)

(Mynd: Stefan Ivanovic/HFMNE/HSF)

2024-08-09 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talan gjørdist ikki um tað vakra og poleraða spælið í dystinum millum Føroyar og Montenegro í gjár.

Harafturímóti var stríðsviljin og spenningurin í hásæti. Dysturin var málfátækur og endaði 20-20, eftir hálvleiksstøðuna 8-8.

Føroyar byrjaðu við 5-1 verju í dag, í mun til 6-0 í gjár. Hetta hepnaðist væl og montenegrinar skuldu veruliga stríðast fyri málini, tá Ingi Johannesen eisini stóð væl í málinum. Føroyska álopið manglaði tó flog. Ov nógvir feilir vóru gjørdir og skot brend. Montenegro vardi eisini offensivt og hetta órógvaði okkara. Tað komu fá mál av tí sama í fyrra hálvleiki. Liðini fyldust tað mesta av hálvleikinum og ongantíð vóru fleiri enn tvey mál á muni. Hálvleiksstøðan var 8-8.

[object Object](Mynd: Stefan Ivanovic/HFMNE/HSF)

Seinni hálvleikur líktist fyrra, har tað var í álopinum at okkara menn stríddust at finna loysnir. Liðini fylgdust og ongantíð vóru fleiri enn tvey mál á muni. Dysturin lá og vippaði seinastu tíggju minuttirnar, men tað vóru Føroyar, sum høvdu stóru møguleikarnar seinastu løtuna. Her varð ov illa brent, og vertirnir fingu tíverri hálað ein javnleik heim í seinastu sekundunum. Dysturin endaði 20-20.

Eftir dystin var Jákup Egholm kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jákup spældi ein frálíkan dyst, har hann vardi frammi og var hann eisini føroyskur toppskjútti við seks málum uppá átta royndir.

Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin klokkan 11, føroyska tíð. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.

[object Object](Mynd: Stefan Ivanovic/HFMNE/HSF)

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: https://www.eurohandball.com/.../men/m18-ehf-euro-2024/

Dystargongdin Føroyar – Montenegro
5 min. 1-2
10 min. 2-3
15. min. 5-4
20 min. 6-5
25 min. 6-6
30 min. 8-8
35 min. 10-10
40 min. 11-12
45 min. 13-15
50 min. 15-16
55 min. 18-18
60 min. 20-20

Málskjúttar hjá Føroyum:
Magnus Árason 6
Jákup Egholm 6
Pauli Rasmussen 3
Rúnar Hammer 2
Lýðar í Dímun 2
Filip Haldansen 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 51 min., 8 bjargingar, 36%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 9 min., 3 bjargingar, 38%

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder