Hondbóltur

U18-menn: Tryggur sigur á MTV Lübeck

Hetta var vinardystur undan Nations Cup, sum byrjar í dag.

2024-06-28 07:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Føroyska U18-menninir vunnu í gjárkvøldið ein tryggan, 37-25, sigur á MTV Lübeck, eftir at Føroyar vóru á odda 16-12 í hálvleikinum. Talan var um vinardyst undan Nations Cup, sum byrjar í dag.

Fyritreytirnar fyri dystinum vóru ikki tær bestu. Flogferð úr Føroyum tíðliga gjáramorgunin til Keypmannahavnar, bussur til Rødby, ferja til Puttgarten og síðani bussur til Lübeck, har hitastigini vóru omanfyri 30. Liðið var uttan Paula Rasmussen, sum var sjúkur og Lýðar í Dímun, sum ikki er tøkur fyrr enn í morgin móti Týsklandi. Talan var tó um ein vinardyst móti lokalu MTV Lübeck, undan Nations Cup, sum byrjar í morgin, har mótstøðuliðini eru Týskland og Niðurlond.

Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men vístu okkara so líðandi betri góðsku, har tað serliga var bakketan, sum gjørdi málini fyrstu løtuna. Eisini stóð verjan væl við ágangandi verjuspæli. Dysturin var í løtum merktur av nógva hitanum í høllini, har bólturin bleiv sveittutur og hálur og blivu heldur nógvar tekniskar villur. Føroysku venjararnir fingu við dystinum allar 14 leikararnar á vøllin í bæði fyrra og seinna hálvleiki og roynt ymsar uppstillingar í bæði verju og álopið. Talan var sostatt um ein góðan dyst fyri Nations Cup og komandi EM-endaspælið í Montenegro í august.

Í dag bíðar ein væl størri biti, Týskland, sum altíð er at rokna millum fremstu hondbóltstjóðir, bæði hjá ungdómi og teimum vaksnu. Dysturin í Hansehalle byrjar kl. 17.30, føroyska tíð, og kann stroymast her fyri 5.99 euro. Start | handball-globe.tv

Dystargongdin:
5 min. 5-3
10 min. 6-4
15. min. 8-5
20 min. 12-6
25 min. 14-9
30 min. 16-12
35 min. 20-12
40 min. 23-16
45 min. 27-21
50 min. 30-21
55 min. 33-22
60 min. 37-25

Málskjúttar hjá Føroyum:

Fríði Holm í Innistovu 7 (1)
Rúnar Hammer 7
Magnus Árason 6
Filip Haldansen 5
Helgi Jakob Haldórsson 4
Jón Midjord 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2
William Napoleon Djurhuus 1
Torkil Debes Dahl 1
Haraldur Karlsson 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder