2024-08-17 10:37
Seinnapartin spæla føroysku U18-menninir seinasta dystin í EM-endaspælinum, og tað verður móti Eysturríki.
Tað gjørdist greitt, eftir at Eysturríki í gjár tapti 29-28 móti Kekkia.
Dysturin í dag er um 15. plássið av 24 í kappingini. Bestu 15 liðini í EM-endaspælinum fáa atgongumerki til HM-endaspælið í 2025, og fær vinnarin dagsins dysti sostatt eisini seinasta HM-plássið.
Dysturin millum Føroyar og Eysturríki verður leiktur klokkan 16 føroyska tíð, og tey, sum eru stødd í Føroyum kunnu stroyma hann beinleiðis á live.hsf.fo, skrivar Hondbóltssambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald