Føroyska U19 landsliðið við dreingjum luttekur næstu dagarnar í EM-undankapping í Ungarn.
Trý spennandi – men eisini sterk – mótstøðulond standa á dystarskránni. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Frakland og Bulgaria eisini í bólkinum.
Føroyar og Frakland spæla 12. november klokkan 12, 15. november klokkan 17 hitta Føroyar Ungarn, og 18. november klokkan 16.30 verður mótstøðuliðið Bulgaria, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19 dreingjunum, hevur saman við Rasmusi Nolsøe, hjálparvenjara, úttikið 18 spælarar til uppgávuna í Ungarn. Av teimum eru tveir, ið hava fingið nakra minuttir á U21 landsliðnum.
Talan er um Dávid Reynheim og Aron Benjaminsen, sum spæla fyri ávikavist Torino FC í Italia og Kristiansunds BK í Noregi. Triðji útisetin í hópinum er Dánial Mørkøre, sum spælir fyri Vejle BK í Danmark.
Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Torkil Skála, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Djóni Sivertsen, B36
Dennis Anghel, B36
Tróndur Sjúrðarsson, FC Suðuroy
Jógvan í Lon, HB
Aron Benjaminsen, Kristiansunds BK (Noreg)
Josva Signarsson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Páll Muller, KÍ
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)
Mattias Dahl Djurhuus, TB
Arnór Brandsson, Víkingur
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur
Dávid P. á Líðarenda, Víkingur
Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald