
1-5 eftir átta minuttir og so var leikbrá.
Rumenia fekk ein ordans hvøkk í byrjanardystinum, tá EM-bólkaspælið fór í gongd í Podgoricia seint fyrrapartin. Føroyar eru lægst styrkismetta liðið í bólki D, og Rumenia, sum hevur staðið seg væl til undanfarnu endaspæl hjá árgangunum, var stórfavorittur.
Liðið úr potti tvey hevði tó stórar trupulleikar við at steðga skjóta føroyska spælinum fyrstu løtuna, har serliga Rakul Borgarlíð Joensen og Silja Geirsdóttir Eystberg fingu góð mál. Júst Silja gjørdist toppskjútti í dag við átta málum, og var vinstri bakkurin trygg uppá øll síni brotskøst.
Silja Geirsdóttir Eystberg (Mynd: EHF)
Nógvur føroyskur fagnaður fyrstu løtuna - her hevur Rakul Borgarlíð Joensen júst skorað eitt av sínum trimum málum (Mynd: HSF)
Størsti trupulleikin hjá Rumenia fyrstu stóru løtuna var tó at fáa bóltin framvið Gyltu Djurhuus á Neystabø í føroyska málinum. Verjan var sum heild góð gjøgnum fyrra hálvleik, men tað var serliga málverjin úr Kyndli, við fleiri stórbjargingum, sum helt Føroyum á odda. Og seinni tætt at Rumenia sum megnaði at koma á odda eftir 21 og ein hálvan minutt.
Gylta Djurhuus á Neystabø fegnast eftir enn eina stóra bjarging. Føroyski málverjin og liðskiparin var heilt einastandandi fyri steðgin (Mynd: HF Montenegro/Vuc Raicevic)
Føroyska liðið fór so líðandi at spæla eitt sindur meira ivasamt álopsspæl við heldur nógvum tekniskum villum. Hetta kom at kosta - serliga eisini inn í 2. hálvleik, har Rumenia fór nakað frá.
Ungu føroysku kvinnurnar treiskaðust tó og hildu einum ávísum spenningi til bert fáir minuttir vóru eftir. Út á 2. hálvleik hevði Gylta aftur nakrar góðar bjargingar, og Marta Agnarsdóttir Højgaard kom inn á høgra bakk og gjørdi stóran mun - so stóran mun at Marta varð kosin dagsins spælari hjá Føroyum: Nógv ferð og áræði, fimm mál, nakrar flottar rullifintur og fleiri upplegg.
Tað vóru nakrar støður, har Føroyar kundu gera tað heilt tætt - eftir rumenskt mistak ella brendan møguleika - men tær vórðu misnýttar. Harvið kom føroyska liðið ongantíð aftur heilt tætt at Rumenia, sum vann fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki við trimum málum.
Sum heild eitt gott EM-avrik móti favorittunum, serliga fyrsta stóra korterið, men samanlagt ikki nóg mikið og ov óhvast til at geva stig.
Føroyar spæla annan av trimum dystum í bólkspælinum í morgin, hósdagin 10. juli klokkan 11. Hann er ímóti Spania
U19 EM - 1. umfar í bólkaspælinum
Bólkur D, Podgoricia. Mikudagin 9. juli
Føroyar - Rumenia 25-31 (13-14)
Dystargongdin:
5 min: 3-1
10 min: 5-2
15 min: 8-5
20 min: 9-8
25 min: 11-12
30 min: 13-14
35 min: 15-17
40 min: 17-21
45 min: 19-22
50 min: 23-26
55 min: 25-29
60 min: 25-31
Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (4) - toppskjútti í dystinum
Marta Agnarsdóttir Højgaard 5 - dagsins spælari hjá Føroyum
Joan Johannesen 3
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Mira Bendix Laursen 1
Katrin Hansen 1
Karin Fossabrúgv 1
Sára Berg á Lag 1
Bjargingar: Gylta Djurhuus á Neystabø 16 (39 prosent) - var ikki inni til øll brotskøstini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald