Fótbóltur

U19: Føroyar fara heim uttan stig og uttan nakað mál

Vertirnir vóru omaná í dag. Kosovo vann 2-0 í seinasta EM-undankappingardystinum á hesum sinni.

Kosovo hevur júst skorað til 2-0 eftir villu í føroyska verjupartinum (Skýggjamynd: Youtube)

Kosovo hevur júst skorað til 2-0 eftir villu í føroyska verjupartinum (Skýggjamynd: Youtube)

2024-11-19 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir, trý tap og ein málúrtøka á 0-9.

Tað var greitt framanundan, at tað fór at vera torført móti serliga Spania, men eisini Eysturríki og vertunum, Kosovo.

Føroysku U19-dreingirnir avrikaðu væl í fyrsta dystinum móti Spania, har tað endaði 0-3. Eysturríki var væl sterkari enn Føroyar og vann 4-0 leygardagin, og í dag var seinasta royndin.

Kosovo, sum í 2. umfari ógvuliga óvæntað vann á Spania, setti seg á spælið beinanvegin. Føroyingar stríddust hart og væl ímóti og høvdu eisini onkrar líkinda støður hinvegin.

[object Object]
Savnsmynd av føroyska U19-landsliðnum (Mynd: fsf.fo)

Tað varð tó 1-0 eftir vælspælt álop, og heldur passivt føroyskt verjuspæl, tá hálvur tími var spældur. Kosovo økti tíðliga eftir steðgin í sambandi við hornaspark, har samskifti og atgerð hjá føroyska málverjanum og miðverja ikki samsvaraðu.

Føroyingar royndu restina av dystinum at svara aftur, men Kosovo hevði leikligu yvirvágina, og tað endaði 2-0 í Pristina.

Allur dysturin sæst her

Hini trý liðini í bólkinum vóru sum so jøvn, og fingu øll seks stig fyri tríggjar dystir. Eysturríki og Spania fara víðari vegna málúrttøku. Føroyska U19-landsliðið, har nógvir spennandi spælarar eru, vóru nakað undir hinum liðunum í EM-undanbólkinum.

U19 EM-undankapping
3. og seinasta umfar - týsdagin 19. november á Fadil Vokrri leikvøllinum
Kosovo - Føroyar 2-0 (1-0)
31 Gerbovc' 1-0
51'Bujupi 2-0

Skot: 23-3
Horna: 8-1

Meira sæst á uefa.com

Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar í 5-4-1 leikskipan:
1. Sámal á Steig (M)
2. Virgar Jónsson
3. Torkil Holm
4. Ingi Arngrímsson
5. Jónas Prior
6. Árni Nóa Atlason (L)
9. Bartal Páll Klein
10. Mattias Hellisdal
16. Djóni Samuelsen
17. Jósef Ólavsson
18. Bjørn Bjarkhamar

Í 2. hállveiki komu Sjúrður Henriksen (46') Aron Benjaminsen (61'), Aron Arnholdsson (75') og Arnór Brandsson (88') inn fyri Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder