Føroyska U19-landsliðið við gentum hevur um páskini verið í Armenia, har tveir EM-undankappingardystir hava verið á skránni.
Føroyar spæla í løtuni ikki um at koma til endaspøl í hesum aldursbólkinum, men eins og hjá U17-gentunum í síðsta mánaða snúði tað seg um at fáa góð úrslit fyri at vera í betri støðu til næstu undankapping. Eins og U17-landsliðið fingu U19-genturnar góð úrslit: Tær nakað eldru vunnu báðar dystirnar og fáa harvið eina hægri styrkismeting.
Langafríggjadag vendi føroyska liðið 1-2 til 4-2 uppá eina stutta løtu móti Malta, og fyrrapartin í gjár, 2. páskadag, eydnaðist aftur at vinna. Hesuferð var armenska vertsjtóðin mótstøðulið. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki: Fyrst skoraði Sólja Ernstdóttir av Strondum við góðum beinleiði frísparki, og í yvirtíðini økti Malena Olsen úr KÍ. Hon skoraði eisini móti Malta.
Sí meira um dystin á uefa.com
Føroyar hildu fast í 2. hálvleiki, og eftir enn eitt gott liðavrik bar til at staðfesta, at U19-landsliðið hevði vunnið bólk "B4". Hetta merkir, at U19-kvinnurnar næsta ár skulu spæla í Deild A - um at koma til EM-endaspæl. Sigrarnir merkja eisini, at Føroyar eru styrkismettar har.
EM undankapping - deild B
Abovyan, Armenia - 2. páskadag
Armenia - Føroyar 0-2 (0-2)
Allir hópurin við leiðarum eftir sigurin á Armenia. Høvuðsvenjari hjá Føroyum er Pætur Smith Clementsen (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald