Opatija, Kroatia (Portalurin) - Talan er um ein sannan gysara í bólkinum hjá Føroyum í meginumfarinum í U19 HM-endaspælinum í Kroatia. Hetta er greitt eftir tveir gysarar her í kvøld.
Fyrst gjørdu Føroyar bart við at basa Týsklandi, og aftaná vann hitt liðið, sum kom inn í hendan bólkin uttan stig frá fyrra bólkaspælinum.
Sí eisini:
Føroyar bastu Týsklandi
Myndir: Flotti føroyski sigurin á Týsklandi
Iran var annars á odda so at siga allan vegin, og tað var 23-17, tá farið var um miðjan seinna hálvleik. So hendi nakað løgið. Alt fór at rigga hjá Saudiarabia; millum annað 7 móti 6-álopið og tað at fanga bóltar og vera ágangandi og álopskendir í verjuni. Iran misti pippið, og tað endaði 29-26 til Saudiarabia. So var stórur fagnaður í tí leguni.
Harvið hava øll liðini í bólkinum nú tvey stig áðrenn síðsta umfar, sum er á skránni í morgin.
Kunnu avgera sjálvir
Føroyar hava nú fyrimunin at 100 prosent kunna avgera við egnari megi. Um tað eydnast at vinna á Saudiarabia, ið helst kemur inn til dystin við nýggjum mátti, so er møguleikin eisini góður fyri at vinna bólkin.
Hetta kann verða umráðandi, tí sterka Spania vinnur helst bólkin, ið Føroyar eru paraðar við. Tá vildi tað helst verið betri at spælt móti Egyptalandi, ið helst endar nummar tvey, í fjórðingsfinaluni.
Í føroysku leguni skulu teir tó bert hugsavna seg um at vinna dystin móti Saudiarabia klokkan 16 í morgin og harvið spæla ser víðari. Síðani kemur rest.
Sí eisini: Hjalti Mohr Jacobsen: - Alt lÍkamikið um vit ikki eru 100 prosent í morgin
Meginumfar - Bólkur IV í Opatija
Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Týskland 30-28 (12-10)
Iran - Saudiarabia 26-29 (14-10)
Í morgin, týsdagin, 8. august
16:00 Saudiarabia - Føroyar
18:00 Týskland - Iran
Støðan í meginumfarinum:
Føroyar 2 stig
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Saudiarabia 2 stig
Tvey tey bestu liðini koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald