Burundi er als ikki nakað hondbóltsstórveldi. Landið eystarliga í Afrika hevur umleið 13 milliónir íbúgvar og er mett at vera eitt tað mest fátæka í heiminum.
Tað er móti Burundi, at U19-menninir hjá Føroyum mikudagin spæla sín fyrsta HM-dyst. Hetta er í ein dystur, ið Føroyar skulu vinna – og helst greitt.
Føroyar endaðu á 9. plássi til EM-endaspælið í fjør, og á pappírinum síggja Føroyar og Svøríki út sum greiðir favorittar at fara víðari úr bólkinum. Tó skal kanska serliga Iran ikki undirmetast - liðið endaði á 2. plássið í asiatisku kappingini - men lagt er upp til bólkafinalu móti Svøríki leygardagin.
Sí eisini:
Hjalti Mohr Jacobsen: - Kunnu spæla upp móti teimum stóru
Ísak undan Kroatia: Kitlar í kroppinum (Video)
Myndir: Ungu hondbóltsharrarnnir til reiðar til HM
Tveir dystir skulu vinnast fyri at koma víðari til næsta bólkaspæl (høvuðsumfarið), og fyrsta málið hjá føroyska hópinum er at koma víðari.
Spælarar og venjarar hava góðar vónir, og í kvøld gongur leiðin til Kroatia. Fyrsti dysturin er klokkan 18 mikudagin, og kann dysturin stroymast á Youtube. Portalurin verður á staðnum frá hósdagin.
Tróndur Johnsson (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Myndir: Egin Tollaksson Kass
U19 HM-hópurin:
Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin
Høgri vengur:
Strikur:
Bakspælarar:
Búi Djurhuus Poulsen, BGI (Hondbóltseftirskúli - DK)
Høvuðsvenjarar: Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen
Fysioterapeut: Durita Rouch
Liðleiðari: Rani Ellingsgaard.
Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, høvuðsvenjarar (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Rani Ellingsgaard (liðleiðari), Rókur Ziskason og Høgni Højsted (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Tóki Fríðriksson (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald