Føroyar vunnu í gjár við heili 24 málum á Bosnia Hersegovina í sínum triðja dysti í W19 EHF Championship bólkaspælinum, sum er í Skopje. Harvið hevur føroyska liðið nú fimm stig fyri tríggjar dystir og eina málúrttøku á + 43. 92 mál eru skoraði og 49 latin inn.
Føroysku kvinnurnar eru tvey stig frammanfyri vertirnar Norðurmakedónia. Liðini spældu javnleik mánakvøldið, og av tí at Føroyar vunnu nógv størri á Bosnia Hersegovina, enn Norðurmakedónia gjørdi - við 13 málum fleiri - og við 19-máls sigrinum á Kosovo, verður hetta úrslitið møguliga til fyrimuns fyri Føroyar.
Jana Mittún úr H71, sum skoraði tólv mál í sigrinum í gjár
Rakul Wardum, ið hevur Kyndil sum barndómsfelag, men sum nú spælur í Skanderborg. Málverjin er føroyskur liðskipari og varð kosin dagsins leikari í gjárkvøldið
Fyri at vertirnir skulu fáa fatur á Føroyum, krevst ein ógvuliga stórur sigur á Kosovo, samstundis sum Føroyar helst skulu tapa við fleiri málum á Niðurlondum. Norðurmakedónia tapti í gjár við fýra málum fyri teimum í appelsinlittum og tykjast at vera sterkasta liðið í kappingini - Niðurlond vunnu við 39 málum á Kosovo í fyrsta dystinum.
Í kvøld klokkan 17 verður fyrsta bríksl í dystinum millum Føroyar og Niðurlond. Liðið hjá Mark Lausen-Marcher og Johan Hofgaard skal royna at koppa oddaliðnum. Eydnast tað Føroyum at vinna, endar liðið sum nummar eitt í bólkinum og fær harvið tvey'aran í bólki A í hálvfinaluni, sum verður leygardagin. Endar tað við javnleiki í kvøld fara Føroyar víðari sum nummar tvey og skulu møta vinnaranum av hinum bólkinum. Tapa okkara, so skulu tær aftaná sita og hyggja og vóna, at Norðurmakedónia ikki vinnur alt ov stórt á Kosovo.
Yvirlit yvir støður og úrslit sæst á eurohandball.com. Dysturin kann stroymast ókeypis, tó er neyðugt at stovna ein brúkara, á ehftv.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald