Sámal Erik Hentze hevur fyrrapartin kunngjørt, hvørjir 21 leikarar skulu við U21-landsliðnum til seinastu upppgávurnar í undankappingini. Við honum sum høvuðsvenjara hava Føroyar vunnið tveir útav fýra dystum í heyst. Allir dystirnir hava verið leiktir í Føroyum.
Nú verður talan um dystir í Spania, 12. november og Kasakstan, 17. november - heilt ymiskar uppgávur. Føroyar taptu 2-0 fyri spanska oddaliðnum á Tórsvølli í farna mánaði men var við í dystinum allan vegin. Í fjør tapti føroyska liðið 3-1 fyri Kasakstan á Svangaskarði. Tað var í fyrsta dystinum í undankappingini.
Stefan Radosavljevic skoraði føroyska málið tá. Hann er føroyski toppskjúttin í kapppingini við trimum málum, og er ein av teimum mongu ið ganga aftur í hópinum frá seinast. KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen, vinstri bakkurin hjá HB við teimum mongu uppleggunum, Daniel Johansen, og vandamikli Adrian Justinussen, eru allir úttikinir. Teir vóru við A-landsliðnum í september, men Adrian og Daniel spældi við U21 í oktober - Jákup varð úttikin men gav avboð vegna skaða. Hesaferð er Magnus Holm Jacobsen einasti leikarin í U21-aldri, ið er úttikin til A-landsliðið.
Les eisini: Magnus er nýggjur á A-landsliðnum
Hetta verða seinastu U21-landsdystir hjá Jákupi, Adriani og Daniel, og eisini Peturi Knudsen, Pæturi Petersen, Ara Olsen, Ólavi Niclassen, Hjalta Djurhuus, og Róa Zachariassen, sum allir eru føddir í 1998. Teir sum eru føddir í 1999 fella eisini fyri aldursmarkinum til komandi undankapping: Rói Mørk Hentze, Andri Benjaminsen, Arnbjørn Svensson, Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson.
Hjalti Kárason Djurhuus úr EB/Streymi kom seinast við uppá avboð men spældi tvær ferðir 90 minuttir á sentrala miðvøllinum og gjørdi tað frálíka væl. Hesaferð er havnamaðurin úttikin. Tað er Andrias Edmundsson eisini. Koronareglur hava lagt toftamanninum í Spania meinbogar í vegin, men nú verður dugnaligi miðverjin tøkur hjá Sámali Erik Hentze, sum hevur tikið hesar út:
Málverjar:
Rói Mørk Hentze (B36)
Rói Zachariassen (EB/Streymur)
Bárður á Reynatrøð (Skála - leigaður úr Víkingi)
Útileikarar:
Ari Olsen (Víkingur)
Daniel Johansen (HB)
Samuel Johansen Chukwudi (HB)
Ólavur Niclassen (KÍ)
Andrias Edmundsson (Aguilas FC, Spaina)
Andri Benjaminsen (B68)
Hanus Sørensen (FC Midtjylland)
Adrian Justinussen (HB)
Ragnar Samuelsen (B36)
Stefan Radosavljevic (B36)
Arnbjørn Svensson (Víkingur)
Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ)
Hjalti Kárason Djurhuus (EB/Streymur)
Lukas Giessing (AB - DK)
Petur Knudsen (NSÍ)
Jonn Johannessen (KÍ)
Pætur Petersen (HB)
Hannes Agnarsson (B36)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald